Leiðari settur til útibarnagarð

Í næstum byrjar útibarnagarður í Æðuvík til 25 børn

Barnaansing

Runavíkar Býráð hevur nú sett leiðaran til útibarnagarðin, sum ætlanin er at seta á stovn.
Tað er Kára Løkin, ið er settur sum leiðari fyri útibarnagarðin. Tað var ikki ein starvssetan, sum voldi Býráðnum serligar trupulleikar, tí tað bara hendan eina umsóknin. Og tá ið hon harafturat var væl skikkað til starvið, var í roynd og veru bara talan um eitt avgreiðslumál.
Kára Løkin er 40 ára gomul og petagokur við drúgvum arbeiðsroyndum.
Ætlanin var upprunaliga, at hesin útibarnagarðurin skuldi vera í gamla skúlanum í Lamba. Men arbeiðið at byggja hann um, er seinkað og tí verður barnagarðurin í Missiónshúsinum í Æðuvík, til húsið í Lamba er liðugt.
Tað verður pláss fyri 25 børnum í nýggja útibarnagarðinum. Søkt er eisini eftir hjálparfólki til barnagarðin og ætlanin er at lata hann upp sum skjótast, helst í hesum mánaðinum,.
Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavík, sigur tað standa yvir 60 børn á bíðilista eftir at fáa ansing í Runavíkar Kommunu.
Annars hevur kommunan barnagarð til 54 børn. Men hann verður nú niðurlagdur og ístaðin verður nýggjur barnagarður bygdur til 90 børn. Tann barnagarðurin verður liðugur fyrst í komandi ári.
Umframt barnagarð, hevur kommunan eisini yvir 80 børn í dagrøkt.
Rodmundur Nielsen sigur, at tá ið nýggi barnagarðurin er liðugur, fer tað at líða heilt væl, at tørvurin er nøktaður.