Vágs Ítróttarráð hevur nú sett Jens Petur Brattalíð í Vági í starv sum leiðari fyri marghøllina í Vági. Tað sigur Marghøllin á síni Facebook vangamynd
Jens Petur hevur drúgvar royndir sum samskipari og fyriskipari, bæði í ítrótt og í øðrum sambandi og hesi seinastu árini hevur hann verið samferðsluleiðari og samferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.
Áðrenn hetta var Jens Petur í eitt tíðarskeið hallarleiðari í Vágs Høll og harumframt hevur hann royndir sum samskipari hjá bæði FC Suðuroy og TB.
Starvið sum leiðari til marghøllina í Vági varð lýst leyst fyrr í summar og fýra umsøkjari vóru til starvið. Og gongst sum ætlað, verður Marghøllin tikin í brúk seinni í ár.