Leiðaraskifti á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

Fríggjadagin var móttøka á Ellis- og Røktarheiminum á Tvøroyri, tí Sunnevá Petesen fór úr starvinum sum leiðari, og Anna Djurhuus tók við. Stuttligt er her at nevna, at hervið eru tað tvær tvíburðasystrar, ið leiða ávíkavíst ellisheimini Lágargarð og Suðuroyar Ellis- og Røktarheim

Nógv fólk var komið saman í kantinuni á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi fríggjdagin, har móttøka var í samband við leiðaraskifti.

Sunneva Peterssen úr Vági hevur starvast á heiminum í mong ár, og hevur verið leiðari síðani 1986, men leggur frá sær, nú hon er komin til pensjónsaldur.

Tað er Anna Djurhuus úr Porkeri, ið hevur tikið við sum leiðari, og eisini hon hevur drúgvar royndir á hesum arbeiðsplássinum.


Røður og gávur

Ronnie Midjord, umsjónarmaður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið Ellis- og Røktarheimi er sambygt við, legði fyri á móttøkuni, beyð vælkomin, og greiddi frá skránni hesa løtuna.

Síðani helt Kristin Michelsen, stýrisformaður, røðu, har hann tók aftur í søguligu gongdina, tá Ellis- og Røktarheimi varð bygt, og sjálvandi takkaði hann Sunnevá Petersen fyri mongu árini í starvi. Hann fegnaðist eisini um, at Anna Djurhuus nú tekur við, tí eisini hon hevur starvast á heiminum í mong ár og kennir arbeiðsplássið væl.

Hann handaði eisini heiminum eina gávu, ið var málningur av fyrrverandi varabispi, Eivindi Vilhelm, sála, ið tók mong tøk, tá Ellis- og Røktarheimi gjørdist veruleiki. Torbjørn Olsen hevur málað málningin, ið Sunnevá Petersen og Anna Djurhuus tóku ímóti vegna Ellis- og Røktarheimið.

Ronnie Midjord takkaði í síni røðu fráfarandi leiðaranum fyri trúgva tænastu og gott samstarv, og segði, at Sunnevá Petersen letur frá sær eitt vakrari heim, enn tað ið hon tók við, og helt hann hetta vera so sigandi sum held um kvinnuna, ið nú leggur frá sær. Hann segði, at løtan var nú at siga farvæl og vælkomin, og hann ynskti Onnu Djurhuus vælkomnari í leiðarastarvið.

Sunnevá Petersen fekk handanaðn málning eftir Eyðun av Reyni.

Mary í Garði, Nærverk, takkaði eisini fráfarandi leiðaranum fyri gott samstarv, og ynskti Onnu Djurhuus altt tað besta, nú hon tekur við.

Eisini fráfarandi og nýggi leiðarin høvdu orðið, og Sunnevá takkaði fyri seg, meðan Anna takkaði fyri álitið, ið er víst henni, nú hon setir seg í leiðarasessin.

Yvir høvur var løtan merkt av løttum lyndi, har sorgblídni kanska merktist onkra lítla stund, men har skemtið átti yvirvág, uttan at køva álvaran, ið eisini eigur at hava pláss slíka løtu.


Langa starvstíð

Sunnevá Petersen byrjaði á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi í 1978, og gjørdist leiðari í 1986. Hon hevur trivist væl, og leggur dent á, at annars hevði hon ikki verið í starvinum so longi. Somuleiðis hava flestu starvsfólkini verið longi í starvi á heiminum, og er hetta helst tekin um, at tey hava trivist á arbeiðsplássinum og við fráfarandi leiðaranum.

Sunnevá Petersen heur verið burtur okkurt stutt skifti, t.d. tá hon hevur verið úti og siglt við manninum, Óla Petersen.

Kanska er stuttligt at nevna í hesum sambandi, at Eivind Vilhelm var mammubeiggi Óla Petersen.


Tvíburðasystrar stýra ellisheimum

Anna Djurhuus er úr Porkeri og er gift Lars Djurhuus, lærara. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiddi í 18 ár á Ellis- og Røktarheiminum og í 12 ár á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í hálvtannað ár hevur hon verið leiðari á sosialudeild hjá Porkeris og Vágs Kommunu.

Hon hevur tvey ára leiðsluútbúgving frá skeiðsdeplinum á Føroya Handilsskúla, sonevnt diplomskeið.

Vert er at nevna, at skeiðið tók hon saman við tvíburðasystir síni, Metu av Fløtum, sum eisini situr sum leiðari fyri eitt ellisheim, nevniliga Lágagarð í Havn, og stýra tvíburðasystrarnar Meta og Anna sostatt hvør sínum ellisheimi.