VINNA
Tað er kalt á tindinum. Men harvið er ikki sagt, at tú kanst fáa eitt herðaklapp, um tú er staddur á ovastu rók.
Fríggjadagin skipaði fyritøkan Synergi fyri “Ársins leiðaradegi ‘007” á Hotel Føroyum, har Ársins leiðari eisini skuldi kjósast.
Í innbjóðingini stóð m.a., at tiltakið var fyri stjórar, deildarleiðarar, økisleiðarar, starvsfólkaleiðarar ella “bara” leiðarar, og tað var ikki av tilvild, at nashyrningurin var ímyndin av degnum. Nashyrningurin hevur nevniliga um nakar bein í nøsini, og sambært fyrireikarunum var tiltakið ætlað fólki við slíkum í nøsini.
Eini hálvtannaðhundrað fólk úr fleiri ymiskum fyritøkum høvdu teknað seg til dagin, sum orðstýrarin Óluva Zachariassen leiddi.
Byrjað varð við skráseting og morgunmati klokkan hálvgum níggju, og fyrsti røðari var Marner Jacobsen, forstjóri í Eik, sum varð valdur árisns leiðari í fjør.
Yvirskriftin á hansara bersøgnu røðu var “Úr milliónini í milliardina – mission impossible”, har hann minti á, at forðingarnar, vit halda okkum síggja, oftast eru mentalar heldur enn fysiskar. Harafturat greiddi hann frá tí hugburðsbroyting sum var fram í peningastovninum hann stendur á odda fyri, sum sambært ikki var ein serliga var ein serliga forrætningsorienteraður sparikassi fyri fáum árum síðani, og sum nú er tann best rentabli peningastovnurin í Føroyum, segði Marner Jacobsen.
Arbeiðsplássið vorðið kaffiklubbur?
Eftir stjóran í Eik fekk Per Nikolaj Bukh orðið. Hann er professari í búskaparstýring
við “Institutt for Erhvervsstudier” á Aalborg Universiteti, og var ein av høvuðsrøðarunum.
Per Nikolaj Bukh hevur skrivað fleiri enn 10 bøkur um evni, ið snúgva seg um m.a. búskap og leiðslu. Hann tosaði so at siga uttan handrit, og tað hoyrdist týðuliga, at hetta ikki var fyrstu ferð hann helt fyrilestur. Professarin og granskarin er nevniliga nógv umbiðin sum røðari og ráðgevi hjá nógvum donskum fyritøkum og felagsskapum.
Beint fyri døgurðasteðgin skuldu umboð frá Thor greiða frá, hvat er mest umráðandi, tá tú skalt leiða eitt virki fram ímóti succes, og eftir døgurða var evnið, um vaánaligir leiðar finnast allaðstaðni ella bert í Føroyum.
Alfred Jensen, stjóri í dosnku handilketuni Irma, skuldi seinnapartin røða um tað góða arbeiðsplásssið og toppavrik á ovastu rók.
Harafturat segði hann sína hugsan um broytingarleiðslu.
Hanne Museth, konsulentur, segði nøkur orð, um arbeiðsplássið er vorðið ein kaffiklubbur, og orðstýrarin prátaði við ymisk fólk, sum hava skift kós í arbeiðslívinum.
Ársins leiðari ‘007 varð kosin klokkan hálvgum fimm, og tí eydnaðist ikki at fáa navnið á honum ella henni í Sosialin, av tí at blaðið varð prentað áðrenn hetta.










