Danska felagið fyri leiðarar hevur kosið Jørgen Vig Knudstorp sum ársins leiðara. Knudstorp er stjóri fyri Lego-samtakið, sum hevur verið í svárari kreppu, og hóast kreppan langt ífrá er av, so eru fleiri positiv tekin at síggja. Knudstorp er bara 37 ára gamal, og hann er higartil yngsti leiðarin, sum hevur fingið hendan heiðurin frá danska leiðarafelagnum. Hetta er fimtu ferð, at heiðurin verður latin.










