Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, átala nú mannagongdina hjá Almannaverkinum, nú pedagogarnir á stovnum undir Almannaverkinum eru farnir í verkfall.
Í samband við verkfallið hevur Almannaverkinum gjørt eina vegleiðing um, hvussu arbeiðið kann skipast.
– Hendan vegleiðing er ikki í samsvari við sáttmálar og reglur fyri arbeiði, sum er rakt av verkfallinum, siga tey trý fakfeløgini.
Við hesari vegleiðingini roynir Almannaverkið, ólógliga, at umleggja arbeiðstíðirnar á stovnum munandi, við tí endamáli at fáa limir í øðrum feløgum at gera verkfalsrakt arbeiði, í hvussu so er óbeinleiðis, siga tey trý feløgini.
Tey taka hetta sum eina roynd at leggja trýst á fólk at átaka sær verkfalsrakt arbeiði
Í hesum sambandi vísa tey á, at Galdandi er, at nýggjar vaktarætlanir skulu altíð gerast eftir reglunum í sáttmálunum hjá feløgunum.
– Tað merkir heilt einfalt, at arbeiðsgevari kann ikki leggja nýggja vaktarskipan í sambandi við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag.
Sáttmálaásetingar um at leggja tímar um, kann ikki brúkast undir verkfallinum, siga tey trý feløgini. Tí leggja tey dent á, at starvsfólk, sum ikki eru í verkfalli, skulu gera tað sama arbeiðið undir verkfallinum, sum tey gjørdu undan verkfallinum.
Tey skulu møta til arbeiðis tá ið tey eiga eftir tí vaktarskema, tey hava og tey skulu ikki átaka sær nýggjar uppgávur. Og samanumtikið skulu tey hvørki átaka sær fleiri vaktir, umlagdar vaktir, meiri arbeiði ella yvirtíðararbeiði, siga tey trý feløgini.
Tey halda annars, at orkan skuldi heldur verðið brúkt upp á at tað, sum í roynd og veru kann loysa allar trupulleikar, nevniliga at tingast við Føroya Pedagogfelagið um nýggjan sáttmála, siga Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.