Leggja til brots at steðga rúsdrekkakoyring

At koyra við kenning kann ávirka fólk fyri lívið og nú eru fleiri stovnar og fyritøkur farin í eitt samstarv um at steðga rúsdrekkakoyring

 

–  Nú jólini nærkast við nógvum veitslum, hevur tað serliga stóran týdning at hugsa seg væl um í ferðsluni.

 

Tað halda tey í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Tí er Ráðið fyri Ferðslutrygd, Rúsdrekkasøla Landsins og tryggingarfelagið, Trygd, gingin saman um eitt miðvíst átak, har endamálið er at steðga rúsdrekkakoyring, siga tey í eini fráboðan í morgun.

Nú mong hugna sær á jólaborðhaldum kring landið, kunnu fólk koma í støður, har tey seta seg at koyra bil, hóast tey ikki eru edrú, siga tey í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

 

Men tað er ikki bara bilførarin, sum eigur at hugsa seg um. Øll kunnu vit gera mun, tí tey, sum eru saman við bilføraranum kunnu eisini gera sítt til at forða fyri hann setir seg við róðrið við promillum í blóðinum.

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at Trygd og Rúsdrekkasølan eru við í einum átaki við tí endamálið at forða fyri rúsdrekkakoyring. 

Stjórin í Trygd, Janus Thomsen, sigur í fráboðanini í morgun, at rúsdrekka er uppi í fimmtu hvørjari deyðsvanlukku, og tí er tað  týdningarmikið at varpa ljós á hetta.

Og stjórin á Rúsuni, Rógvi Andrias Fossádal, sigur, at eftir lógini eigur Rúsdrekkasølu at vera við í upplýsandi tiltøkum um rúsdrekka og um vandarnar við nýtslu av rúsdrekka.

Eitt, tey hava gjørt í hesum sambandi, er ein stuttur filmur, sum skal minna á avleiðingarnar, ið kunnu standast av at koyra við kenning.

 

Á øllum deildum hjá Rúsdrekkasøluni og Føroya Bjór verður boðskapurin frá filminum ógvuliga sjónligur. Hetta við merkjum á vørum og inni í hølunum.

 

Í hesum sambandi hava tey eisini gjørt plakatir, sum fara at hanga í skeinkistøðum, og sum eisini kunnu fáast í eini stødd, eitt nú til telduskíggjar, sum hóska til privatar veitslur.

 

Í sambandi við tiltakið verðu ljós varpað á rúsdrekkakoyring á portalum, á internetinum og í sjónvarpinum, umframt at fólk á jólaborðhaldum fara at síggja myndirnar, tá tey eru í býnum. 

Og boðskapurin er einfaldur og hann er, at steðga rúsdrekkakoyring, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.