Leggja síðstu hond á Klaksvíkar søgu

Ritstjórinin handan Klaksvíkar søgu, sum Hans Andrias Sølvará skrivar, er fús at hitta fólk, sum hava eitt hvørt, ið hevur áhuga fyri Klaksvíkar søgu

Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur skrivar Klaksvíkar søgu vegna Klaksvíkar býráð. Bind I umboðar eitt søguligt tíðarskeið fram til 1856, meðan bind II gongur fram til 1940. Síðsta hond verður nú løgd á triðja bindið, sum er frá 1940 fram til í dag.

 

Hetta triðja handritið er rættiliga rúgvusmikið, tí her er so nógv at greiða frá og í fleiri førum við góðum keldutilfari. Eftir ætlan skal handritið verða greitt til prentingar og skal bókin, Klaksvíkar søgu III bind koma út í 2015.

 

Afturat sær hevur Hans Andrias Sølvará eina ritstjórn, og í henni sita umframt hann, Kristinbjørg Høgnesen, Jógvan Ravnsfjall, Jóannes Hansen, Finn Kjølbro og Dávur Winther.

 

Ritstjórnin hevði fund í Klaksvík í gjár og eru fólk, sum møguliga hava okkurt av viðmerkja ella leggja afturat, vælkomin at gera vart við seg – Her kundi verið talan um myndir ella skjalatilfar.