Leggja síðstu hond á byggiskránna

Nógv fundarvirksemi er í Tórshavnar kommunu, nú byggiskráin fyri Skúlan á Fløtum skal endaliga góðkennast.

Nógv fundarvirksemi er í Tórshavnar kommunu í dag, nú kommunan seinnapartin skal taka støðu til endaligu byggiskránni fyri Skúlan á Fløtum.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, upplýsir, at endaliga byggiskráin fyri skúlan skal verða liðug í dag.


- Tað er øgiliga nógv fundarvirksemi í løtuni. Allar avvarðandi nevndir, ið hava nakað við nýggjan skúlan at gera, eru á fundi í dag. Tað vil siga, at nevndarfundir eru í fíggjarnevndini, mentanarnevndini og fíggjarnevndini.


- Harumframt er eyka býráðsfundur lýstur at vera klokkan 17 í dag, har býráðið skal taka støðu til byggiskránna fyri Skúlan á Fløtum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri við in.fo.


Byggiskráin umfatar eina lýsing av fortreytum, møguligum forkanningum og nágreiniliga lýsing av tørvi, krøvum og ynskjum í samband við byggingina.


Í desember fæst at vita hvørji virkir fara at standa fyri byggingini av nýggja fólkaskúlanum, og eftir ætlan verður gongd sett á 1. byggistig í februar 2016.