Bara trý partrolarapør vóru til fiskiskap, tá tey á Fiskamarknaði Føroya í vikuni gjørdu sínar metingar fyri fiskatilfeingið í næstu viku.
Hetta er eisini tíðin, tá trý partrolarapør vanliga leggja um til gulllaksaveiði, sum plagar at byrja í fyrru hálvu av apríl og varar til einaferð í august.
- Í løtuni fiska tveir djúpvatnstrolarar upsa, og ein ger royndir eftir stinglaksi og blálongu. Helst koma hesir tríggir trolararnir inn at landa síðst í næstu viku.
Miðskeiðis í hesi vikuni lógu allir trolbátarnir við bryggju, men teir fara væntandi út aftur, tá ein kassi letur upp norðan fyri 2. apríl. Vanliga fáa trolbátarnir mest av toski í kassanum og so nakað av hýsu og flatfiski.
- Trý garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva, og tey koma helst øll inn at landa í næstu viku. Fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur í løtuni. Eitt garnaskip fiskar havtasku.