Sekstan fakfeløg hava seinastu dagarnar víst Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar stuðul í samband við verkfallið hjá felagnum, ið bleiv lýst eftir, at tað ikki eydnaðist at fáa eina semju í lag við Fíggjarmálaráðið um lønarviðurskiftini hjá limum felagsins.
Seinast í røðini er Starvsmannafelagið, ið fyri løtu síðan boðaði frá, at tey vísa sjúkrarøktarfrøðingunum treytaleysan stuðul í stríðnum fyri at fáa ein nýggjan sáttmála. Men meðan flestu av hinum feløgunum hava víst á, at tey eru ónøgd við, at Fíggjarmálaráðið brúkar avtaluna við eitt fakfelag sum leist til samráðingarnar við hini fakfeløgini, so nevnir Starvsmannafelagið einki um tað. Tað er nevniliga Starvsmannafelagið, ið sum einasta fakfelag á almenna arbeiðsmarknaðinum, hevur gjørt sáttmála við Fíggjarmálaráðið.
Ein loysn fyri fakfeløgini hevði verið, um felagið vóru saman um samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið, men Súni Selfoss, leiðari fyri Starvsmannafelagið, sigur við Miðlahúsið, at hóast Starvsmannafelagið hevur tosað nógv við hini feløgini í Fakfelagssamstarvinum, so er lítil áhugi millum feløgini at fara undir skipaðar samráðingar saman.
- Tað er nokk tí feløgini vilja samráðast hvør sær. Tað er heilt stutta svarið. Vit hava roynt at samráðst saman fyrr, og tað hevur man ikki hug at royna aftur beint nú, sigur Súni Selfoss.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum leggur dent á, at tá tey fara til samráðingar, so er tað fyri at samráðast um eina nýggja avtalu til sínar limur, og ikki fyri onnur fakfeløg.
- Vit hava tað soleiðis, at tá sáttmálin hjá okkum gongur út, so biðja vit um samráðingar. Nú var okkara bara tann fyrsti, ið gekk út. Men vit samráðast vegna okkum, og fara ikki eftir at leggja støðið fyri øll onnur, sigur Súni Selfoss.









