Leggja ikki avgjøld á ferðaseðlar

Danska stjórin hevur slept ætlanum um at leggja eyka avgjøld á flogferðir.

Tað skrivar Nordjyske, sum endurgevur Rasmus Prehn, fólkatingsmann hjá Javnaðarflokkinum. Hann sigur við blaðið, at stjórnin er komin til ta niðurstøðu, at avgjald á flogferðaseðlar fer at hava fleiri óhepnar avleiðingar við sær enn fyrimunir. Uppskotið er tí ikki longur partur av av skattanýskipanini hjá stjórnini.

Javnaðarflokkurin og SF høvdu annars uppskot um gjald á 75 krónur á flogferðaseðlar við í valstríðnum. Uppskotið var partur av útspælinum »Fair løsning«, og var grundgivið við, at hetta fór at ganga umhvørvinum.

Søren Svendsen, stjóri í Aalborg Lufthavn fegnast um avgerðina og sigur við Nordjyske:

– Tað er sera gleðiligt, at skilvís hevur sigrað. Tí líka mikið hvussu hetta varð skrúvað saman, so hevði tað verið kappingaravlagandi, og tað hevði ávirka mobilitetin negativt, sigur hann.

Spurningurin er so, um negativa ávirkanin eisini er galdandi í Føroyum. Her er ferðaavgjaldið til landskassan fyri at flúgva um flogvøllin í Vágum 120 krónur.