Jógvan Skorheim, tingmaður fyri Sjálvstýri, verður lagdur undir hart trýst í Løgtinginum í morgun.
Løgtingið viðger eitt uppskot um at eina eykajáttan til ymisk endamál og í tí sambandi koyra bæði Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, og serliga Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hart á Jógvan Skorheim, tingmann fyri Sjálvstýri, og eisini floksformann.
Teir undrast á, at Jógvan Skorheim nú ætlar sær at bjarga samgonguni við at taka undir við uppskotinum. Sjálvstýri hevur gjørt samstarvsavtalu við samgonguna um fíggjarlógina, og eisini í hesum máli bjargar hann samgonguni, vísa teir báðir løgtingsmenninir á.
Men bjargar Sjálvstýri samgonguni, tryggjar flokkurin somuleiðis, at samgongan fær sett nýggju fiskivinnuskipanina í gildi. Og tað ger flokkurin hóast Jógvan Skorheim sjálvur hevur boðað frá, at hon verður ein vanlukka fyri Norðoyggjar og fer at kosta eitt ótal av arbeiðsplássum.
Heldur ikki Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, skilir, hvussu Sjálvstýrið »kann selja sína sál« fyri at fáa nakrar »tandurs-milliónir« til Klaksvíkar á fíggjarlógini, men rinda tær aftur við 400 arbeiðsplássum, sum tey siga, fiskivinnunýskipanin fer at kosta Norðoyggjum.
Jógvan Skorheim kallaði slíkar skuldsetingar fyri »komikk« heldur enn politikk, tí fíggjarlógin og uppskotið um eykajáttan, hava einki við eina fiskivinnunýskipan at gera.
Fiskivinnumnýskipanin hevur einki at gera við málið um eina eykajáttan, eitt nú til innkomuveg til Havnar, tí tað hava 23 tinglimir tikið undir við higartil.
Men hann stafestir, at tað er heilt burturvið at rógva framundir, at Sjálvstýrið fer at taka undir við einari nýggjar fiskivinnuskipan, sum hon nú fyriliggur, tí tað er at kollvelta fiskivinnuna.
– Tað hevur ongantíð verið talan um tað og tað er tað heldur ikki nú, sigur Jógvan Skorheim.