Í dag verður uppkot lagt fyri Løgtingið um at banna kvinnum at ganga í burka í Føroyum.
Tað eru einir fýra mánaðir síðani, at Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, boðaði frá, at Sjálvstýri fór at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna burka í Føroyum. Síðani frættist einki aftur, men Jógvan Skorheim sigur í morgun, at nú er uppskotið borið niðan í Løgtingið og at tað verður lagt fram í dag.
Burka og niqab eru klæðir, summar muslimskar kvinnur ganga í, og sum eisini fjala alt andlitið. Og Sjálvstýrið heldur, at tað er tekin um eina kvinnukúgan, sum ikki hoyrir heima í okkara mentan, og sum vit helur ikki vilja hava í Føroyum.
Hóast ongar kvinnur ganga í burka í Føroyum, segði Jógvan Skorheim, tá ið ætlanin var at leggja málið fram, at slík mál eiga at viðgerast, longu áðrenn tær fyrstu kvinnurnar síggjast i burka á gøtuni í Føroyum.
Hann heldur, at verður eitt mál, sum hetta, viðgjørt áðrenn nøkur kvinna er at síggja í burka í Føroyum, hava vit bestu fortreytir at viðgera hetta á ein konstruktivan hátt, áðrenn tað verður tað hann kallar, ein trupulleiki í samfelagnum.
Hetta er ein spurningurin um at framtíðartryggja okkara virði og tað má gerast í friðartíðum og ikki, tá ið stríðið eru byrjað, staðfestir hann. Hann vildi eisini vera við, at talan eisini er um at verja javnrættindi, og at burka og niqab eru kúgandi fyri kvinnuna.
Tað er greitt, at hetta verður eitt ógvuliga umstrítt mál og tað eru fleiri, sum halda, at eitt burkaforboð fer bara at gera støðuna hjá kvinnum verri.
Eitt sjónarmið er, at er endamálið at sleppa kvinnum undan kúging, er hetta ikki rætti mátin, tí avleiðingin verður, at sleppa kvinnur ikki at ganga í burka, sleppa tær ikki út fyri dyr yvirhøvur.