Tað verður landskapping í fótbólti bæði leygardagin og sunnudagin.
Fyrsti dysturin í ár verður klokkan 14 leygardagin, tá ið 07 Vestur, sum í fjør endaði á sætta plássi fær vitjan av Víkingi, sum í fjør vann bronsu.
Ein tíma seinni – klokkan 15 leygardagin – verður fyrsta bríksl á Argjum. Har fáa uppflytararnir í AB vitjan av HB, sum í fjør endaði næstfremst.
Síðsti dysturin leygardagin verður klokkan 17 undir Mýruhjalla á Skála, har uppflytararnir fáa vitjan av meistaraliðnum úr Klaksvík.
Tveir dystir vera sunnudagin, og tá verður fyrsta bríksl í báðum støðum klokkan 15. EB/Streymur eigur í ár heimavøll við Margáir, har NSÍ verður fyrsti gestur í ár, og í Gundadali verður uppgerð millum árstalsfeløgini B36 og B68.
Myndin vísir dómararnar, sum um vikuskifti vóru savnaðir at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar, áðrenn teir fara undir nýggja kappingarárið.
1.umfar
Leygardagin
Skála – KÍ: Rúni Olsen kl. 17.00
07 Vestur – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 14.00
AB – HB: Alex Troleis kl. 15.00
Sunnudagin
EB/Streymur – NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00
B36 – B68: Bjarki Danielsen kl. 15.00











