Leggja frá landi aftur fyrsta dagin

Teir løgdu annars frá landi fyri góðum tveimum vikum síðani, men máttu so gevast orsaka av at teir fingu trupulleikar við sjálvstýraranum.

 

Fyri at tryggja seg móti hesum feilinum hava teir broytt uppá sjálvstýraran og sett hann nærri rórðinum, soleiðis at spennið gerst minni enn áðrenn.

 

Eisini hava teir hava teir 4 eyka sjálvstýrarar við

 

Maturin er umpakkaður, og nú eru færri matpakkar við. Sama er við klæðum. Alt í alt er báturin blivin lættari, og menninir hava fingið meira royndir av norðuratlantinum.

 

Núverandi ætlan er at sleppa aftur út á havið fríggjadagin í hesu vikuni. Einasta forðing er kanska um ein seraliga ring veðurforsøgn kemur. Men so skal tað vera naka nógv illveður, tí at illveður kemur man altíð útfyri ,um ein skal rógva tvørtur um havið.

 

Fólk kunnu fylgja við á heimasíðuni hjá Livari, hana finnur tú her