Leggja fótonglar til fyrimuns fyri reiðarar

- Lógin um alment innlit verður tulkað til fyrimuns fyri reiðararnar, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

- Tað er ikki bara sum at siga tað hjá manningarfeløgunum at halda eyga við, um limir teirra verða avroknaðir í samsvar við sáttmálan, og at tølini á avrokningunum eru í samsvar við veruligu avreiðingartølini.

 

Tað sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, í samrøðu við blaðið Mið & Magn.

 

Hann vísir á, at manningarfeløgini hava ongan møguleika at eftirkanna viðurskiftini, tí avreiðingarprísurin ofta verður duldur.

 

- Støðan er als ikki haldbar. Lógin um alment innlit verður so stramt tulkað, at ávís reiðarí beinleiðis gera sær dælt av hesum.

 

Annfinnur Garðalíð sigur, at tað er sera torført hjá manningarfeløgunum at fáa alment innlit í eitt nú avreiðingarseðlar og vektarseðlar við ymisku prísunum á ymisku fiskasløgunum - eitt nú á uppsjóvarfiski - frá einstøkum reiðaaríum.

 

Manningarfeløgini hava av sínum eintingum - og uttan um almennu eftirlitsmyndugleikarnar - eitt nú kunnað staðfest fjaldar frádráttir, sum ikki eru loyvdir sambært sáttmálanum.

 

- Hetta er óreglusemi, sum átti at kunnað avdúkast í stundini, um eitt nú Vørn og Trygdargrunnurin høvdu latið okkum allar upplýsingar um avreiðingar og serliga um avreiðingarprísin. Men, hesi viðurskifti fáa vit einki at vita um, leggur Annfinnur Garðalíð aftrat.

 

Hann vísir á, at í einum føri hevur Føroya Skipara- og Navigatørfelag - eftir at hava fingið noktandi svar frá Vørn uppá umbøn um alment innlit - við egnum kanningum avdúkað óreglusemi í samband við kvotakeyp millum skip svarandi til 35 prosent av søluvirðinum.

 

Men, Vørn vísir til líknandi mál, har sýtingin fyri almennum innliti í søluprísin var kærd til løgtingsins umboðsmann, sum gav Vørn viðhald um, at innlitslógin ikki fevnir um tilfar, ið verður útvegað sum grundarlag til gerð av almennum hagtølum ella vísindaligum kanningum.

 

- Sostatt fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um upplýsingar um prís á veiðini, staðfestir Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.