Leggja fíggjarlógaruppskotið fram í dag

Fíggjarmálaráðið hevur kallað fjølmiðlarnar á tíðindafund í Fíggjarmálaráðnum í dag klokkan 13:30 um fíggjarlógaruppskotið. Hetta er samstundis, sum tingfundur verður settur í Løgtinginum, har framløga sum vant er eitt av málunum – og har fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram.

Saman við fíggjarlógaruppskotinum verða einar 20 fylgilógir lagdar fram, sum eru broytingar til tað uppskot, sum liggur í tinginum frá gamla landsstýrinum.

Men talan verður um stórar broytingar. Ein tann størsta er flatskatturin, sum landsstýrið ætlar at seta í gildi á nýggjárinum. Hitt stóra málið er málið um at skatta pensjónir við inngjaldi heldur enn útgjaldi.

Sum skilst er hækkingini í ríkisstuðlinum ikki við í fíggjarlógaruppskotinum. Hetta er tí, at samráðingarnar ikki eru byrjaðar enn. Tað verður danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon og Jørgen NIclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum skulu samráðast um hægri blokkstuðul.

Ætlanin er framvegis,at fíggjarlógin skal javnviga í 2016. Tað merkir, at ein hálv milliard skal sparast, ella 100 milliónir krónur um árið – ella at tilsvarandi eyka inntøkur skulu finnast.

Alt hetta frætta vit meira um klokkan 13:30 í dag.