Leggja alt ov harðliga til brots

Grús er komið í nýggja samstarvið ímillum kommunurnar


Kinkur er komið í samstarvið í nýstovnaða kommunufelagnum

 Tað kann staðfestast, nú Kommunufelagið ætlar at byggja eitt nýtt stásiligt høvuðssæti.  

Ætlanin er nevniliga at byggja nýtt høviðssæti, sum skal vera karmurin um virksemið hjá nýggja kommunufelagnum, eftir at Kommunufelagið, sum var fyri tær smærru kommunur, og KSF, sum var fyri tær stóru kommunurnar, løgdu saman, so at vit nú hava eitt kommunufelag, heldur enn tvey.

Høvuðssætið skal byggjast á Konmansmýru, beint við høvuðsbygningin hjá Bank Nordik, sum stendur í gerð.

Húsið verður 650 fermetrar og kostar einar 15 milliónir krónur.  

 

Tá ið nýtt høvuðssætið verður bygt, merkir tað, at gjaldið til nýstovnaða kommunufelagið hækkar í 2015 og 2016.

Ein meiriluti í Tórshavnar Býráði hevur samtykt at taka undir við ætlanini.

Limagjaldið hjá Tórshavnar Kommunu er 3,3 milliónir í ár, men verður húsið bygt, verður limagjaldið 6,4 milliónir um árið í 2015 og 2016.

Men býráðslimirnir Jógvan Arge, Helena Dam á Neystabø og Tróndur Sigurðsson, tóku ikki undir við hesum.

 

Tá ið Tórshavnar Býráð samtykti ætlanina, førdi Tróndur Sigurðsson fram, at Tórshavnar Kommuna má tryggja sær, at allar kommunurnar taka undir við byggingini, so at Tórshavnar kommuna ikki fær eina eykarokning um hálsin.

 

Og ein av teimum kommununum, sum ikki taka undir við ætlanini at byggja nýtt høvuðssæti til nýggja Kommunufelagið, er næststørsta kommunan í landinum, Klaksvíkar Býráð.

 

- Tað er rætt, at vit taka ikki undir við at byggja nýtt høvuðssæti, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

Klaksvíkar Býráð hevur havt málið til viðgerar og har samtykti býráðið at mæla frá, at nýtt hús verður bygt til Kommunufelagið.

 

Jógvan Skorheim heldur, at hjá einum spildurnýggjum samstarvi er hetta at leggja alt ov harðliga til brots.

- Vit halda, at nýggja Kommnufelagið eigur at finna fótafesti og skipa seg av álvara, áðrenn vit seta okkum fyri eina so stóra útreiðslu, sigur hann.

 

Hann sigur eisini, at á aðalfundinum kom týðiliga til sjóndar, at fleiri kommunur taka ikki undir við ætlanini og tí undrar tað hann, at hon yvirhøvur er komin á dagsskrá.

Fleiri kommunur, sum ikki hava sætið í stýrinum fyri Kommunufelagið, mælti fráat byggja húsið, sigur borgarstjórin í Klaksvík.

Tí undrast hann á, at stýrið tekur eina bein øvugta avgerð beint aftan á.

 

- Vit eiga at brúka alla orku upp á samansjóða felagsskapin og vit halda, at tað er rættari at leiga høli, til nýggja samstarvið er komið fyri seg, áðrenn vit tosa um at byggja, sigur Jógvan Skorheim.

Hann nevnir, at KSF eigur hús í Havn og Kommunufelagið átti hús uttanfyri Havnina og tað er rættari at húsast har fyribils.