Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn, fær ikki undirtøku í samgonguni fyri at avtaka illa umstrídda ferðaavgjaldið, sum øll rinda, hvørja ferð, ein ferðaseðil verður keyptur ímillum Føroyar og umheimin.
Hann hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at avtaka avgjaldið, sum øll rinda, hvørja ferð, tey keypa ferðaseðil ímillum Føroyar og umheimin við Atlantsflogi ella Norrønu.
Avgjaldið varð 120 krónur av hvørjum ferðaseðili, men í 2013 varð samtykt at lækka tað niður í 66 krónur.
Og nú vildi Poul Michelsen hava løgtingið at samtykkja at strika tað heilt. Men umboðini hjá samgonguni í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen taka ikki undir við Poul Michslsen.
Og teir vísa nettupp á, at vísir á, at tey hava longu samtykt at lækka ferðagjaldið og at at tað strikast eftir nøkrum árum.
Tey hildu, at ferðaavgjaldið eigur at verða heilt burtur næsta ár. Tí vænta tey, at Jørgen Niclasen fer at leggja uppskotið fyri løgtingið um at lækka ferðagjaldið enn meiri, so hvørt tað er búskaparliga forsvarligt.
Og tí halda tey, at tað er óneyðugt at samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen.
Minnilutin í fíggjarnevndini, Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen tak undir við Poul Michelsen.
Men tey vilja heldur hava løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri løgtingið um at taka ferðagjaldið burtur á millumlanda ferðaseðlum, so hvørt tað er búskaparliga ráðiligt.