Nú um dagarnar kom Maersk Air við heilt nýggjum prísum á føroyarutuni og vil danska felagið á henda hátt royna at bróta niður tær restriktiónir, sum eru á prísásetingini á føroyarutuni. Hetta var eisini tað, sum fyrisitingarstjórin í Maersk Air, Ole Dietz tók fram á eini samkomu fyri føroysk fjølmiðlarfólk í Keypmannahavn í farna mánað. Fjølmiðlafólkini vóru ávegis til eina kunningarferð í Meðalhavinum, sum grikska ferðavinnufelagið Festival Cruises, Tora Tourist og Mærsk Air skipaðu fyri.
Ole Dietz greiddi frá, at í Maersk Air, sum í meira enn 30 ár hevur rikið flogrutu millum Føroyar og Danmark, metir man Føroyarutuna sum eina av ?stammrutunum?. -Lat tað verða sagt, at vit ætla at halda fram á hesi rutu og gera alt vit kunnu fyri at ganga kundaynskjunum á møti. Og vit trúgva uppá fría kapping.
Ole Dietz vísti á, at teir hava gott samstarv við Atlantic Airways. -Vit eru góðir vinir, men eisini kappingarneytar. Vit liva saman við hvørjum øðrum. Men vit kundu gott hugsað okkum javnbjóðis treytir - her hugsi eg serstakliga um ynski okkara um, at ongar restriktiónir eru, soleiðis at eisini teir føroysku embætismenninar frítt kunnu velja at ferðast á teimum flogferðum, sum hóvar teimum best. Soleiðis verður tað t.d. gjørt innan fyri A.P. Møller samtakið. Her ferðast øll á teimum fráferðum, sum hóvar teimum best.
Á samkomuni kom Ole Dietz eisini við eini áheitan á føroyingar: -Sigið okkum, hvat tit halda vit kunnu gera betri, og vit vilja gera tað vit kunnu fyri at ganga ynskjunum á møti, um tað er møguligt og loyvt - tí rutan er jú framvegis regulerað av myndugleikunum. Tað eru ikki ?Open Skies?.
Maerskstjórin vísti síðani á, at teir ætla at bjóða føroyingum fleiri og bíligari flogferðir úr Føroyum víðari út í heimin. -Men hetta kunnu vit ikki í dag, soleiðis sum tingini eru skrúvað saman. Soleingi tann fría prísásetingin ikki er loyvd frá politiskari síðu, kunnu vit ikki skapa attraktiv tilboð til føroysk ferðandi eisini.
Ole Dietz segði seg freistaðan til at seta nakrar meira beinleiðis spurningar: Ynskir man í Føroyum at kunna ferðast til prísir, sum líkjast teimum prísum, sum verður bjóðaðir aðrastaðni í verðini?
Ella eru tit nøgd við støðuna sum hon er í dag? Er svarið - sum væntað - at man í Føroyum eisini ynskir atgongd til attraktivar ferðamøguleikar - ja, so má tað verða skaptur møguleiki fyri fríari prísáseting. Men tað krevur, at tað verður lagt trýst á politikararnar - bæði frá danskari og føroyskari síðu. Tað krevur, at vit øll gera okkara ítarsta. Tað hendir einki, um ?vit? einsamallir stríðast fyri at fáa restriktiónirnar settar úr gildi segði Ole Dietz á samkomuni fyri føroysk fjølmiðlarfólk herfyri.









