Hann heilsar okkum trúðfast hvørt gamlaárskvøld. Løgmaður. Situr fattur og álvarsamur og hugleiðir um tað, sum farið er, og hvørjar avbjóðingar føroyska samfelagnum standa fyri framman. Nýggjársrøðan er blivin fastur táttur gamlaárskvøld, og stórur partur av tjóðini situr spentur og lurtar eftir 15 minuttir longu røðuni hjá løgmanni.
Nýggjársaftan er tignin hjá løgmanni sett í hásæti, og tí verða vit sjáldan tikin á bóli av røðuni. Løgmaður er bæði blíður og týður, tá hann tosar til tjóðina. Nýggjársrøðan fevnir vanliga rættiliga breitt og er ein gjøgnumgongd av, hvat fyriferst í føroyska samfelagnum.
Vit fáa at vita, hvussu røsk okkara ítróttafólk eru, hvussu feskfiskaflotin hevur tað, og hvussu synd tað er í londunum, har hungur og fátækradømið valdar. Hjá onkrum kann røðan tykjast orðaskvaldur, har fremsta uppgávan hjá løgmanni er at nema við eina rúgvu av viðurskiftum í føroyska samfelagnum uttan at verða ítøkiligur, meðan onnur eru sannførd um nýggjársrøðan hjá løgmanni skal vera eftir tí leisti, hon er í dag.
Vit hava sett undirvísaranum í samskifti, Bergi Godtfred, og Dániali Hoydal, sum lesur retorikk á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, stevnu til eitt prát um nýggjársrøðuna.
Burtur við politikki
Árligu nýggjársrøðurnar fevna vanliga rættiliga breitt. Seinnu árini hevur siðvenjan verið, at løgmaður tekur eina breiða gjøgnumgongd av flest øllum viðurskiftum í samfelagnum, tó uttan at viðgera nakað mál ítøkiliga, tí rúm er snøgt sagt ikki fyri tí í røðuni. Fyrsta nýggjársrøðan hjá Jóannesi Eidesgaard nakrantíð var einki undantak.
Løgmaður nevndi alt frá rósandi orðum til føroysk tónlistafólk til óhugnaligu gíslatøkuna í Beslan. Umframt eina breiða gjøgnumgongd av føroyska samfelagnum, hevur eitt eyðkenni við nýggjársrøðunum seinnu árini verið, at løgmaður sigur nøkur stimbrandi orð til tjóðina, sum allir borgarar í landinum kunnu savnast um. Hesin partur fevnir vanliga um okkara eyðkenni sum fólk, okkara samleika os.fr. Tað ber sostatt til at staðfesta, at nýggjársrøðan er samantvinning av eini breiðari politiskari gjøgnumgongd og einum virðissetti, sum løgmaður roynir at savna alla tjóðina um.
Dánial Hoydal lesur retorikk á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og í løtuni skrivar hann endauppgávuna. Hann heldur, at nýggjársrøðurnar í størri mun eiga at snúgva seg um hvørji yvirskipaði virðir, sitandi landsstýrið heldur skulu eyðkenna føroyska samfelagið í nýggja árinum, meðan politiska gjøgnumgongdin skuldi verið raðfest lægri.
Dánial vísir á, at løgmaður hevur ólavsøkurøðuna til at viðgera politisku málini, og tí skuldi ikki verið neyðugt við eini gjøgnumgongd í nýggjársrøðuni.
-Tað er sjálvssagt torført at skyna á, hvar markið gongur millum politikk og meira almenn virðissett. Eg haldi kortini, at nýggjársrøðurnar eigar at vera nýttar til at tosa um nøkur yvirskipað evni, sum upptekur alla føroysku fjøldina, heldur enn at reksa øll smápolitisku evnini upp, tí tað hevur tú ólavsøkurøðuna til. Røðurnar seinnu árini fevna rættiliga breitt og lítil orka verður nýtt til hvørt einstakt økið, og tí kanst tú seta spurningin, hvørt tað ikki er skilabetri at fokusera upp á nøkur fá evni, sum savnar alla fjøldina, heldur Dánial Hoydal.
Úr nýggjársrøðuni hjá Jóannes Eidesgaard gamlaárskvøld nevnir Dánial útlendingamálið. Hann vísir á, at útlendingamálið er eitt mál, sum flestu føroyingar hava eina áskoðan um, men kortini fekk eldfima málið ikki neyðugu rúmdina í røðuni, tí løgmaður valdi at tosa breitt um øll viðurskifti, heldur enn at fara í dýpdina við einstøkum málum.
-Tað nýggja í nýggjársrøðuni hesaferð var útlendingamálið. Evnið er nýtt, spennandi
og kontroversielt, og tad var harnæst týdiligt, at løgmadur hevdi nakad upp
á hjarta á tí økinum. Tú sat sum lurtari og bídadi eftir einum bodskapi, men
hann kom ikki. Har hevdi løgmadur møguleika at draga eitt einstakt og
vidkomandi mál - sum serliga hevur merkt seinasta árid - og geva tí meira
rúmd og koma vid eini meining. Hevdi hann gjørt tad, høvdu øll minst
røduna fyri tad. Eg óttist fyri, at tad er ilt hjá fólki at minnast, hvat
hendan rødan snúdi seg um um nakrar mánadar, tí løgmaður viðgjørdi heldur rúgvuna av málum heldur enn at taka nøkur ávís mál burturúr, vísir Dánial Hoydal á.
Varðveitið leistin
Bergur Godtfred hevur drúgvar royndir sum undirvísari í samskifti, og hann er av teirri áskoðan, at núverandi nýggjársrøðuleistur skal varðveitast.
-Eg haldi ikki tað ger pettið, um løgmaður kemur við nøkrum positivum og stimbrandi orðum til allar samfelagsbólkar á nýggjárinum. Talan er fyrst og fremst um eina nýggjársheilsan til føroyska fólkið, og eg haldi tað hevði verið keðiligt um løgmaður fór undir at umrøða nøkur fá politisk evni í nýggjársrøðuni. Í síni røðu skal hann inspirera okkum øll til at hugsa positivt og geva okkum øllum dirvi til at fara undir eitt nýtt ár, heldur Bergur Godtfred.
Áheitan
"Ich bin ein Berliner". "I have a Dream". "Gorbatjov Tear Down This Wall".
Røðurnar hjá ávikavist John F. Kennedy, Martin Luther King og Ronald Reagan eru uttan iva millum mest umrøddu politisku røðurnar seinastu 50 árini. Lívið er kortini annað enn politikkur. Í samband við eitt nú brúdleyp, føðingardagar og minningarhøld hava fólk altíð verið fús til at flyta fram røðu. Tað eru kortini rættiliga ymisk krøv, sum verða sett eitt nú føðingardagsrøðum og eini politiskari røðu.
Vit hava spurt Berg Godtfred, hvussu hann vil lýsa samskiftið millum løgmann og føroya fólk gamlaárskvøld.
-Nýggjársrøðan hjá løgmanni skal fyrst og fremst síggjast sum ein áheitan til alt fólki. Røður, sum vórðu tilskilaðar øllum borgarum, vunnu veruliga hevd, tá møguleikin fyri at hitta alla tjóðina á máli gjørdist veruleiki. Hetta slagið av samskifti tók veruliga dik á seg undir øðrum veraldarbardaga, tá eitt nú Winston Churchill fleiri ferðir tosaði við bretska fólki, vísir Bergur Godtfred á.
Í sama viðfangi nevnir Bergur kendu røðurnar hjá John F. Kennedy og Martin Luther King í sekstiárunum, sum eisini kunnu bólkast sum áheitanir til fólki. Slíkar áheitanir til fólkið hava kortini eisini eina skuggasíðu.
-Í søguni hava vit eisini dømi um, at slíkar áheitanir verða misnýttar til at villleiða fólk, og tað eru Hitler, Gøbbels og Mussolini eitt gott dømi um, greiðir Bergur Godtfred á.
Ein týðandi partur av lesnaðinum hjá Dániali Hoydal er at greina røður. Vit hava biðið hann bólkað nýggjársrøðuna sum sjangru.
-Nýggjársrøðan sum sjangra er ein sonevnd epideiktisk røða. Hetta merkir, at røðan er skrivað til eitt ávíst høvi(nýggja árið, blðm), eins og eitt nú minningarrøður og føðingardagsrøður. Eyðkenni við slíkum røðum er, at røðarin greiðir frá ávísum virðum, sum hann metir er mennandi fyri felagsskapin, hann tosar við, vísir Dánial Hoydal á.
Dánial greiðir frá, at klassiska býtið er politiskar, løgfrøðiligar og epideiktiskar røður. Hann leggur kortini afturat, at hetta tronga uppbýtið millum sjangrurnar hevur lítið við veruleikan at gera.
-Hóast nýggjársrøðan fyrst og fremst er bygd um nøkur ávís virði, verður vanliga eisini nomið við politikk í røðunum, og tí er rættast at siga, at árliga nýggjársrøðan er ein blanding av politiskari- og epideiktiskari røðu, sigur Dánial Hoydal.
.