Galilea
8. partur
So liggur tað her og speglast í sólskininum. Genesaret vatnið. Hetta vatnið, ið so nógv er skrivað og talað um í okkara vesturlendsku mentan. Ivaleyst tann blettur, ið stórsta týdning hevur havt fyri okkara mentan yvirhøvur. Hiðani er alt tað, vesturlendsku samfeløgini byggja á, komið.
Við einum nótakasti her á vatninum varð grundin løgd undir ta samkomuna, sum vaks úr mestsum ongum til ta størstu heimsreligiónina, vit í dag kenna.
Hiðani løgdu teir út á dýpið, lærusveinarnir. Bæði so og so. Og teir máttu eisini bøta fyri tað á so mangan hátt. Ikki altíð var dirvið tað, sum tað ivaleyst hevur verið ein slíkan morgun sum hendan, her vit standa uttan fyri kapellið, har sagt verður, at lærusveinarnir eftir uppreisinina fingu steiktan fisk bornan upp í hendurnar. Og vit frætta eisini um, hvussu bebbaræddir teir vóru, tá teir eitt kvøld í myrkrinum vóru staddir á vatninum í illveðri við einum sovandi manni afturi í skuti.
Her er staðið
Tað stendur ein kirkja niðri við vatnið. Hon er bygd á staðið, har sagt verður, at lærusveinarnir møttu Jesusi aftur, eftir at hann var risin upp og farin til Galileu. Hann stóð har á klettinum, tá teir løgdu aftur at landi eftir at hava drigið vaðskít á vatninum um náttina.
Har stóð hann á klettinum, sum víst verður á, og har hendan kirkjan, ið nevnd er Sankta Pæturs Kirkja, er bygd.
Jóhannes veit at siga okkum frá hesin hendingini og um, hvussu teir vórðu sendir avstað aftur at royna einaferð enn. Og tá bar til.
Jóahnnes var jú sjálvur lokalur útróðrarmaður, og tað sæst aftur í eini lítlari detalju í 11. ørindi í 21. kapitli hansara, har hann hevur talt, hvussu nógv var í. Júst sum føroysku garnamenninir plagdu at gera á várleiðini í gomlum døgum. 153 stórar fiskar fingu teir í. Og kortini skrædnaði ikki, leggur gamli útróðrarmaðurin afturat. Tilfarið, hann hevur havt til at gera gørn úr, var ikki grønt nylon, uttan okkurt meira ella minni hálvrotið, ið ivaleyst ikki hevur tolað so nógva vekt.
Uttan fyri kirkjuna hitta við Faðir Jerome, sum stendur og prátar við ein araba, ið situr við eitt borð og selur ymiskar minnislutir til fólk, ið koma framvið.
Faðir Jerome, er ein sera fryntligur og fyrikomandi munkur úr Ghana, ið ger tænastu við kirkjuna her við vatnið. Hann vil vera við, at júst her í grannalagnum eru so nógv ting hend í teimum døgum, tá Harrin gekk her og gjørdi væl.
Her var tað, Pætur fekk ta stóru veiðuna, sum bæði Jóhannes og Lukas vita um at siga, hóast teirra frásøgur eru eitt sindur ójavnar.
Her í grannalagnum var tað, at Jesus mettaði øll tey mongu túsund fólkini við tveimum fiskum og fimm breyðum, verður greitt frá her á leiðini. Og víst verður til klettin, har teir báðir smáfiskarnir og tey fimm byggbreyðini vórðu løgd og vælsignað.
Í einum kapelli í Tabgha stutt hiðani er tann kletturin at síggja. Og har eru eisini bæði fiskar og breyð avmyndað, hóast breyðini á myndini har bara eru fýra.
Her hevði Pætur støð, vil Faðir Jerome vera við. Her hevði hann bátin liggjandi, og her var tað, at teir vóru kallaðir til lærusveinar. Hann og bátsmanningin saman við lagsbrøðrunum.
Tað kann væl vera, at teir ein morgun hava ligið her og reinsað og bøtt gørn, tá Jesus er komin gangandi framvið og hevur biðið teir kastað aftur, hóast illa hevði borið til um náttina.
Tað kann eisini vera, at teir hava lagt at her, tí teir ein morgun hava sæð eld í sjóvarmálanum, tá teir - ivleyst móðir og troyttir - hava verið á veg til hús aftur.
Men ivasamt er kortini, um teir beinleiðis hava havt støð her. Tí hetta var í óbygdum, hóast tað eftir okkara meting í dag ikki er so langt til bygdirnar, sum hava ligið fram við vatninum í teimum døgum. Og skulu vit rokna við, at breyðundurið eisini hendi í óbygdum, er lítið sannlíkt, at Pætur beinleiðis hevur havt støð her.
Vit fætta frá Lukasi, at Pætur búði í Kapernaum, og ógvuliga lítið sannlíkt man vera, at hann hevur havt bát og støð her burturi í óbygdum heldur enn har, veiðan varð avreidd og arbeidd. Flutningsstuðul hava teir neyvan fingið her niðri tá, og tí er heilt sjálvsagt at hugsa, at í bygdunum, har nógv arbeiði var av at flekja og salta fiskin, sum seinni varð seldur fólki í stóru býunum, sum eitt nú Jerusalem, varð eisini avreitt beinleiðis til virkini.
Vatnið og báturin
Í dag er lítið, sum bendir á, at Pætur hevur lagt at klettinum, har munkarnir vísa á, at tað hendi. Tí kletturin stendur væl og virðiliga flóðfríur, hóast tað ikki fløðir og fjarðar eftir sjóvarfalli her. Men tað hevur fjarað reiðiliga nógv av mannaávum her uppi kortini. Ella rættari sagt her niðri, tí Genesaret vatnið liggur umleið 210 metrar undir sjóvarmálanum. Vatnið er 21 km. langt og 13 km. breitt, har tað er breiðast. Dýpið er, við vanligari vatnstøðu, mált til 49 metrar.
Men turkur og vatntøka til dyrkilendi og annað hava gjørt, at her er fjarað ógvusligt, og tí liggur klettur Pæturs í dag einar tveir metar hægri enn vatnskorpan.
Men tað hevur verið verri. So ringt, at vatnstøðan nærkaðist álvarsliga teirri reyðu linjuni, sum tikið verður til. Og tann støðan gjørdi so, at ein av stóru fornfrøðiligu dýrgripunum her á leiðini aftur sá dagsins ljós eftir at hava ligið undir í eini 2.000 ár. Nevniliga ein útróðrarbátur frá Jesu døgum, ið beinanveg varð nevndur »Jesusbáturin«.
Tveir brøður, sum høvdu stóran áhuga fyri fornfrøði - tveir »amatørarkæologar« - funnu í 1986 hetta vrakið, sum við miklum hóvastáki varð tikið upp og konserverað. Hetta arbeiðið vardi heili níggju ár. Í dag er báturin at síggja á stásiliga Yigal Allon savninum sunnanvert Tabgha við Genesaret Vatnið.
Báturin er til longdar sum ein føroyskur seksæringur ella so, men væl breiðari. Hann hevur verið ogn hjá einum fátækum útróðrarmanni, sum ivaleyst teir flestu teirra hava verið, greiðir frásøgumaðurin á savninum frá.
Og tað grundar hann á, at báturin er pjøssaður aftur sum frægast, so hvørt eitthvørt hóttafall hevur verið á. Fornfrøðingar og konservatorar hava ávist ikki færri enn 12 ymisk timbursløg her og har á bátinum. Eitt borð ella eitt band úr hesum ella hasum viðaslagnum. Eitt stykki úr stevninum er úr øðrum tilfari, enn kjølurin er o.s.fr.
Og vit lata hugan sveima eina løtu yvir hesum vrakinum, sum kanska hevur verið fyri sama veðrinum, sum »okkara menn« hina vanlukku náttina, tá formaðurin lá sovnaður afturi í skuti. Ella ta ferðina, hann kom spákandi eftir vatninum teimum til hjálpar.
Kanska hevur hesin báturin, vit her hava, eisini rent seg í ein slíkan storm, men ikki verið so væl fyri, at hann hevði mann við, ið hevði vald á óveðrinum. Og tá hann hevur verið í so ringum standi, sum nútíðar serførðingar siga, kann tað hava verið ein orsøk til, at hann kanska er gingin burtur og endaður í móruni, sum hevur varðveitt hann heilt til okkara dagar.
Tí so stórur bátur átti at klárað seg á vatninum í nokk so nógvum vindi. Vatnið er lítið, og havalda er eingin. Og neyvan hevur tað verið so ógvusligt kortini, at so stórur bátur skuldi havt nakra neyð av sjógvi, um hann annars var í líkinda standi. Men hann kann sjálvandi vera kolsigldur við seglinum uppi.