Í spanska stórbýnum Valencia er stórsligni og snotuligi silkimarknaðurin La Lonja nakað fyri seg. Gamli, gotiski bygningurin varð bygdur frá 1483 og í nógv ár fram í tíðina og skuldi vísa veldið og ríkidømið hjá Valencia, sum var í fagrasta handilsliga og búskaparliga blóma. Tað var tíðin!
Útsíðan av La Lonja er prýdd við nógvum útskeringum – av drekum, fólkum, djórum og samansetingum av hesum og øðrum – og hyggur tú væl eftir, sæst ein heilt øðrvísi útskorin mynd, sum neyvan hevur verið partur av upprunaliga uppskotinum ella av gotiska reypinum sum heild. Ein maður, sum vísur fólki sín bera afturpart, er snildisliga settur inn ímillum allar hinir tíðartýpisku útskeringarnar. Ein herligt og ókorrekt prýði í einum av størstu byggingunum yvirhøvur tá í tíðini, og helst eini boð um, at alt skal ikki takast so hátíðarliga, at pláss ikki skal verða fyri skemti ella tí, sum fólk kanska ikki halda er so stuttligt ella festligt.
Nakrar hundrað metrar frá La Lonja stendur Torres de Quart, sum er eitt av elligomlu portrunum inn til býin. Tornið varð bygt í 15. øld og er veldugt í sínum veldi. Tjúkkir veggir, tungt portur og myndug útstráling. Tað var tíðin!
Útsíðan hevur fingið harða viðferð. Óteljandi hol síggjast á torninum, og tey stava frá skotriðum, sum franskir hermenn sendu ímóti meturtjúkku grótveggunum fyri tveimum øldum síðani. Herdeildir hjá Napoleon royndu í juni mánaði í 1808 at taka Valencia, men tað lukkaðist ikki, og fronsku hermenninir máttu stingu halan millum beinini og fara aftur til Madrid, sum teir frammanundan høvdu felt. Fyri at minnast fólkini, ið stríddust og stóðu ímóti fronsku yvirmaktini, vórðu skotholini í Quart torninum varðveitt sum varðandi minni um eitt hart stríð.
Hesi mongu árini eftir afturpartin á La Lonja og skotholini í Torres de Quart brúka vit nógva tíð og orku til at verða korrekt, at fríðka fasaduna og at pynta upp á veruleikan. Bøta um tað, sum er skeiklað av tíðini ella hevur fingið onkur merki eftir hart stríð. Eitt lyft her, eitt pump har og ein góð fasada, har tað er neyðugt. Eitt sindur minni av tí skeiva, eitt sindur meira av tí rætta. Hoppa høgt, renn langt og tak teg saman for tramin!
Og hava vit meiningar og hugleiðingar, er best, um tær eru so mikið korrektar og so frægt í trá við tíðarandan, at tær vísa okkum sum veruliga víðskygd og tíðartypisk tolerant – ja, faktiskt heilt tolandi tolsom! Lønin er herlig herðaklapp og taldir tumlar. Men tað er nú eisini vert nakað. Tað er tíðin!
Tíbetur finnast eisini tey, sum tora at vísa okkum sín bera afturpart. Tey, sum lata sjónligu skotholini verða minnir og áminningar um royndir og stríð. Tey, sum leggja eitt sindur minni í tíðina og meira í lívið. Tey, sum syngja falskt í okkara deiliga kóri. Tey, sum eru so befríandi tíðarleys og passaliga ómerkt av tí mesta, at vit kundu tikið nakað av tí við okkum inn í komandi dagar: Slappa av, vís afturpart, fjal ikki skotholini og smíl for sørin!
Kanska kann tað eisini verða tíðin!