Íslendski landsliðsmálverjin, Bjørgvin Páll Gústavsson er stórur í íslendsku hondbóltssøguni. Hann var við til at vinna OL-silvur á summarleikunum í Beijing í 2008 og EM-bronsu í 2010.
Hann hevur vart íslendska málið í heili 252 landsdystum, har hann við longum útkøstum hevur skotið samanlagt 21 mál.
Seinastu tvey árini hevur Bjørgvin Páll vart málið hjá Vali aftaná at hava roynt seg í týskum, sveisiskum og donskum hondbólti gjøgnum 12 kappingarár.
Nú hava hann og Valur gjørt sáttmála um, at Bjørgvin Páll skal vera hjálparvenjari hjá høvuðsvenjaranum, Óskari Bjarna Óskarssyni.
31. mai boðaði Valur frá, at teir hava gjørt tvey ára sáttmála við 29 ára gamla føroyska landsliðsleikaran, Allan Norðberg.
Allan kom til KA Akureyri úr StÍF í 2018, og hevur aftaná fimm ár við KA valt nýggjar leiðir í íslendskum hondbólti.
Valur vann seg í áttandapartsfinalurnar í European League í undanfarna kappingarári. Valur er eitt væl størri felag enn KA, so talan er um eitt stig framá á yrkisleiðini hjá Allani.