LEGALIZE EVERYTHING við Joe & The Shitboys

Joe & The Shitboys - innsett; Iggy Pop, rock-punk ikon, ið sum ikki einaferð rósar føroysku punkarunum

Mín kroppur, mítt val

Aftaná dansivinarliga MR. NOBODY og erliga hardcore punk álopið á PLEASE SEEK HELP, eru Joe & The Shitboys farnir aftur til tann víðagitna satiriska gammeldags punkin á lagnum LEGALIZE EVERYTHING.

 

"Great bass, great drummer hooked up really well with the guitar, with killer riffs, and really clever and catchy and uh.. WHAM vocals" - Iggy Pop (BBC Radio 6 Music)

 

Lagið snýr seg bæði um at ráða yvir egnum kroppi, og at taka rúsevnismarknaðin frá bandunum og skatta hann. Nú sunnudagin fer punk gubbin Iggy Pop at spæla lagið á síni útvarpssending á BBC6.

 

“goddamn maniacs of the highest order” - Far Out

 

Aftaná fýra stúvstappaðar konsertir, við kø uttanfyri, á stóra bretska showcase festivalinum, fer bólkurin næsta mána til Italia at hita upp fyri heimskendu rokkararnir The Hives.

 

Leinkja til LEGALIZE EVERYTHING

 

“a phenomenal live act. Rightly revered by the underground, the group have blossomed into something truly potent” - CLASH

 

Lagið er triðja staklag av komandi heildarútgávuni; ið bleiv upptikin í einum gomlum analog studioði Í Støðvarfirði Íslandi.

THE RESON FOR HARDCORE VIBES III verður útgivin umvegis Tutl.

 

Joe & The Shitboys - innsett; Iggy Pop, rock-punk ikon, ið sum ikki einaferð rósar føroysku punkarunum