Legði orkuna í verjuspælið

Heini Hanusarson noyddist at hyggja at frá miðjum vølli í stórum løtum av dystinum. Hann var í heilum mansvardur av gestunum og tískil tók hann sera lítið lut í álopsspælinum.
- Tí noyddist eg at leggja orkuna í verjuspælið, og tað riggaði væl. Verjan stendur sera væl, og vit eru snildir í álopsspælinum. Riggar tað ikki, so sláa vit kalt vatn í blóðið og royna umaftur, sigur Heini Hanusarson millum annað við heimasíðuna hjá Neistanum og leggur afturat:
- Teir spæla fullkomiliga uttan sjálvsálit, meðan vit spæla við stórum sjálvsáliti. Vit hølvaðu teir av, staðfestir Heini Hanusarson í viðmerking við heimasíðuna hjá Neistanum.