Legði fellu fyri sløkkiliðsmenninar

Maðurin, sum skeyt fýra sløkkiliðsmenn í amerikanska býnum í dag, setti sjálvur eld á fyri at leggja eina fellu fyri sløkkiliðsmenninar. Tað sigur løgreglan í statinum New York í kvøld.

Sagt verður, at maðurin skeyt eftir sløkkiliðsmonnunum, so skjótt teir stigu út út sløkkiliðsbilinum. Tveir sløkkiliðsmenn vórðu so meint raktir, at teir doyðu. Hinir báðir vórðu fluttir á sjúkrahús. Aftaná skeyt byrsumaðurin seg sjálvan.

Løgreglan sigur, at byrsumaðurin var tann 62 ára gamli William Spengler, sum hevði sitið meiri enn 17 ár í fongsli fyri at hava bukað sína 92 ára gomlu ommu so illa, at hon doyði. Tað var í 1980. Í 1998 var hann royndarleyslatin, og síðani hevur hann ikki gjørt nógv burtur úr sær, skrivar tíðindastovam AP.

Løgreglan sigur, at William Spengler bíðaði eftir sløkkiliðsmonnunum, og tá teir komu á staðið, skeyt hann.