Leeds við at koma fyri seg

Nógv vatn er runnið í ánni, síðani David O?leary um aldarskiftið var um at føra Leeds United upp á allar ovasta fótbóltstindin í Onglandi og Europa.

 

Men so valdi eigarin, Peter Ridsdale, púra óvæntað at siga venjaranum upp, og síðani hevur gingið niður á bakka.

 

Men fyrraárið kom so Simon Grayson til sum venjari í Leeds, sum tá lá miðskeiðis í triðbestu deildini í Onglandi, og seinasta kappingarár flutti Leeds so upp í næstbestu deildina, sum nevnist The Championship.

 

Har hevur Queens Park Rangers, ella QPR í vanligari talu, verið suverent, og bert tapt ein dyst higartil. Men í dag tvífaldaðist tað talið, tá Leeds United á heimavøllinum, Elland Road, vann 2-0 móti oddaliðnum.

 

Tað var Max Gradel, sum skoraði bæði málini, og harvið gjørdist dagsins hetja.

 

Leeds liggur nú sum nummar tvey á stigatalvuni við 38 stigum, trý færri enn QPR. Og til stuttleika kann nevnast, at Leeds United í málinum hevur Kasper Schmeichel, son hjá navnframa Peter Schmeichel.