Leeds United er aftur í Premier League fyri fyrstu ferð í 16 ár. Tað bleiv staðfest í kvøld, tá kappingarneytarnir úr West Bromwich taptu móti Huddersfield. Leeds hevur nú vunnið The Championship, sum er næstbesta deildin í Onglandi.
Felagið er millum tey søguríku í Onglandi og stílaði móti evropesisku tindunum, tá liðið kom í hálvfinalurnar í Champions League í kappingarárinum 2000/2001. Tað rakk ikki og árið eftir megnaði liðið ikki at vinna seg aftur í pengasterku kappingina.
Hetta var byrjanin til ein niðurtúr næstan uttan enda. Felagið kom í fíggjarligt óføri og endaði heilt niðri í triðjbestu deildini, mundi farið av knóranum og hevur havt fleiri eigarar. Nú hevur felagið við kenda argentinska venjaranum, Marcelo Bielsa, eftir 16 ár aftur vunnið sær pláss í Premier League.
Nigel Martyn eitur nú Illan Meslier, Alan Smith eitur Liam Cooper og Mark Viduka eitur nú Patrick Bamford. So er spurningurin um Ellen Road aftur verður ein leikvøllur, har hini ræðast at koma á vitjan.