Lebedev ákærdur fyri harðskap

Í Russlandi hava myndugleikarnir ákært ríkmannin Alexander Lebedev fyri harðskap, tí hann legði á handilsmannin Sergei Polonsky í einari sjónvarpssending nú um dagarnar. Hann kann fáa upp í fimm ára fongsul.

Sagt verður, at Alexander Levedev (myndin), sum millum annað eigur bretsku bløðini Independent og Evening Standard og russiska blaðið Novaya Gazeta, bleiv í øðini, tí at Sergei Polonsky hevði spilt hann út og hótt hann í sendingini.

Lebedev segði í gjár, at hann var bangin fyri at blíva handtikin, tí Vladimir Putin, forseti, vil vera við, at hann hevur fíggjað ta politisku andstøðuna í Russlandi.