Lea lyfti felagsliðið upp á toppin

Kvinnur: NSÍ vann málríka grannauppgerð í Sarpugerði, og í Gundadali endaði tað aftur málleyst millum HB og KÍ

mynd: ras1

10. umfar í fremstu kvinnudeildini í fótbólti hevur verið hetta vikuskiftið.

 

EBS/Skála er nýtt topplið. Í góðveðrinum undir Mýruhjalla á Skála vann EBS/Skála 2-1 ímóti B36. Úrslitið ber við sær, at EBS/Skála hevur 19 stig og +13 mál. KÍ, sum hevur verið topplið, hevur eisini 19 stig og málmunin +13. At EBS/Skála er topplið kemst av, at felagsliðið hevur skorað 23 mál, meðan KÍ hevur skorað 19 mál.

 

Hálvleiksstøðan undir Mýruhjalla var 1-0 til heimaliðið. Lea Lisberg skoraði málið fýra minuttir undan steðginum. Fýra minuttir eftir steðgin javnaði B36 við brotssparki, sum Jacoba Langgaard umsetti til mál.

 

Tað gingu bara tveir minuttir, so var heimaliðið aftur á odda, og aftur var tað Lea Lisberg, sum skoraði. Nú hevur hon skorað 11 mál og er næstovast á máltindinum. Hervør Olsen hjá KÍ er toppskjútti við 13 málum.

 

KÍ var gestur hjá HB, og har var úrslitið málleysur javnleikur soleiðis, sum tað var, tá ið HB fyrr í vár var í Klaksvík. Bæði liðini høvdu møguleikar, og serliga fyrstu løtuna eftir steðgin kendu gestirnir ikki sína vitjunartíð.

 

Í gjár vann 07 Vestur fyri aðru ferð í ár ímóti AB/B71. Dysturin var á Argjum, og 07 Vestur vann 4-1. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at 07 Vestur vinnur á útivølli í bestu deildini. Tær hava vunnið einaferð á heimavølli. Tað var eisini ímóti AB/B71, sum 31. mars tapti 3-2 í Sørvági.

 

Evelin Mastropasqua, sum er ein av trimum spælarum í 07 Vestur úr Brasil, skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin øktu Ruth Albinsdóttir og Bettieyå Ellingsgaard til 4-0. Tá ið tað restaði ein hálvur tími minkaði Vár Miðberg um munin til 4-1.

 

Tíðliga seinnapartin í dag var satt málrok í Sarpugerði, tá ið NSÍ vann 6-4 ímóti Víkingi. Í fyrra hálvleiki var NSÍ frammanfyri 3-0 við málum, sum Unn Hvidbro (2) og Heidi Sevdal skoraðu. Víkingur reisti seg av álvara, tí tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan 4-4. Tíðin, sum dómarin legði aftrat, var sera hendingarrík, tí tá skoraðu Maria Johansen og Heidi Sevdal fyri NSÍ, sum vann 6-4. Í síðstu løtu misnýtti Maibritt Olsen hjá Víkingi brotsspark.

 

Jensa Tórolvsdóttir minkaði um munin til 3-1, Maria Johansen økti til 4-1, og so skoraði Hanna Isaksen Højgaard tvey mál. So var 4-3, og tað varð heilt spennandi, tá ið Kára Jarnskor javnaði til 4-4, áðrenn NSÍ í tíðini, sum dómarin legði aftrat skoraði bæði til 5-4 og 6-4.

 

EBS/Skála9612231019
954019619
HB952226817
NSÍ9513281716
Víkingur8413221413
B369315192210
07 Vestur820610246
AB/B7190095510

 

 

 

Leygardagin 5. juni

 

KÍ – Víkingur (á norðoyastevnu)

 

NSÍ – AB/B71

 

B36 – HB

 

07 Vestur – EBS/Skála

 

mynd: ras1