Í samrøðu við bretska blaðið Daily Telegraph í dag, sigur Marine Le Pen, at um hon gerst forseti í Fraklandi í mei, vil hon arbeiða fyri at broyta ES.
Hon vil fylgja í fótasporinum hjá Bretum og hava eina fólkaatkvøðu um ES limaskap. Hon sigur við blaðið, at ES skal til at finna útav, um felagsskapurin skal annahvørt verða leyst samstarv millum lond ella dettur hann sundur.
Marine Le Pen sigur, at mátin, sum ES hevur uppført seg eftir Brext er eitt tekin á hvussu felagsskapurin er blivin. Hon sigur, at tá eitt fólk hevur tikið eina avgerð um sína egnu lagnu, tá kann ES ikki viðfara Bretland sum ein fanga, sum er flýggjaður úr einum fongsli.
“Eitt fólk avgerð sína egnu lagnu. Tú kann ikki noyða eitt fólk at gera nakað, ið er í móti teirra egnu áhugamálum. Tí skulu vit arbeiða uppá at finna stevið saman við Bretlandi aftur”, sigur Marine Le Pen við Daily Telegraph í dag.