Ólavur livir við ongum hjarta

Ólavur Thune hevur seinasta árið livað uttan eitt hjarta. Í staðin syrgir ein pumpa fyri blóðsirkulatiónini, og hann hevur hvørki blóðtrýst ella puls Ólavur Thune úr Streymnesi er einasti føroyingur, sum livir uttan eitt hjarta. Tað hevur hann gjørt síðani 11. september í fjør, tá hann fekk ísett eina umpu, nevnd Heartmate 2, sum syrgir fyri blóðrenslinum í kroppinum.

Tvær av systrunum hjá Ólavi eru deyðar av somu sjúku, og fyri ári síðani stóð tað greitt, at skuldi Ólavi verða lív lagað, mátti hann fáa hjálp frá hesi serligu pumpuni.

Hóast hansara egna hjarta enn situr í bróstinum, hjálpir tað ikki til at flyta blóðið runt í kroppinum. Tí syrgir pumpan fyri, og hetta merkir samstundis, at Ólavur ikki hevur ein puls ei heldur blóðtrýst.

Ólavur Thune er í løtuni í Føroyum fyri at greiða frá um teir nýggju møguleikar, ið finnast innan hjartasjúkur. Í gjárkvøldið helt hann fyrilestur í Eydnuni á Oyrabakka og í kvøld verður møguleiki at hoyra hann greiða frá í Árnafirði.

Eftir at Streymnesmaðurin fekk innopererað serligu hjartapumpuna, hevur hann kent seg væl, og hann og konan, Jona, liva eitt so normalt lív, sum náttúrligu avmarkingarnar við einum kunstigum hjarta loyva.

Tey bæði ginftust fyri nøkrum árum síðani og eiga saman tvey ára gomlu dóttrina Idu