Ólavur hevur konsertir í Runavík og Havn

Countrysangarin spælir í Løkshøll í kvøld og í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið

Um vikuskiftið ber til at uppliva Ólav á Váli Olsen á tveimum konsertum. Í kvøld kl. 21:00 hevur hann konsert í Løkshøll í Runavík, og leygarkvøldið kl. 19:30 hevur hann konsert í Norðurlandahúsinum í Havn.

Ólavur á Váli Olsen fer saman við bólki sínum at spæla sangir, sum hann hevur útgivið, og helst verður okkurt yvirraskilsi á skránni eisini.

Bólkurin er soleiðis mannaður:

Ólavur á Váli Olsen - Sang og gittar

Jóhan Ziskason – Gittar
Magni Husgaard – Tangentar
Erik Biskopstø – Bass
Jákup Zachariassen - Steel gittar
Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur
Charlotta á Váli Olsen – Kór
Laila Carlsen – Kór