Ólavur Hansen í Miðvági sjúti

16. november 1937 varð Ólavur Hansen borin í heim á Landssjúkrahúsinum.

Stutt undan hesum varð Pauli Dahl byrjaður sum skurðlækni, og Ólavur gjørdist ein av fyrstu nýføðingunum, sum vórðu hjálpt úr móðurlívi við keisaraskurði undir hansara knívi og leiðslu. Dahl var so umhugsin, at geva Ólavi lítlan skurð í ryggin sum minni – ella kanska vóru hetta byrjanartrupulleikar hjá unga læknanum. Men Ólavur kom frískur og ferðugur til verðina til gleði og takksemi hjá foreldrum sínum Ragnhild á Tormansbakka og Jens Jacob hjá Ólavi í Kirkjastovu. Hann vaks upp saman hjá teimum og stutt eftir eisini beiggjanum Akku á Gásalágni, til pápin lat lív við Nýggjabergi. Hetta hevur sjálvsagt merkt teirra lív, men ættarbond, næstrakærleiki og grundfest gudstrúgv hevur eyðkent uppvøksturin, og samanumtikið munnu Ólavur og bróðir hansara hava notið tann kærleika og nærleika, sum er grundarlagið undir sunnum og mennandi uppaling. Faðir Jens Jacob, gamli Ólavur, flutti inn til teirra at búgva, meðan dreingirnir enn vóru smáir, og man hann í ávísan mun hava verið í faðirs stað.


Ólavur og kona hansara Anna úr grannalagnum giftust inn í barndómsheimið hjá Ólavi á heysti 1970. Tey vórðu vælsignað við trimum børnum, sum aftur fingu teimum 7 abba- og ommubørn.


Heimið á Gásalágni var altíð og er enn opið fyri serstakliga børnunum. Tey savnaðust har saman við Ólavi og Akku, og nú er neyvan dagur, at ikki triðja ættarliðið er har saman við serliga vinkonum sínum, tí enn er bert tann eini drongurin komin í familjuna. Hann eitur sjálvsagt Ólavur, men býr í Danmark og er nakað lítil enn at hava vinmenn við sær at vitja ommu og abba.


Tollyndi og trúfesti eru helst tey heiti, sum eyðkenna Ólav, um vit skulu halda okkum til stuttu versjónina. Hesi eyðkenni hava so nógv annað týdningarmikið við sær.


Ólavur veipar ikki við ørmunum og ger seg sjónligan í dagligdegnum, men tað merkir ikki, at hann ikki tekur lut í tí, sum fyriferst. Longu sum heilt ungur fór hann til sjós, og tað, sum tú altíð hoyrdi frá Ólavi, vóru góðorðini um teir, hann var saman við. Hann støðaðist eisini væl og mynstraði ikki við so nógvum ymiskum skipum. Tá flakavirkið varð latið upp í Miðvági, fór Ólavur at arbeiða har. Stutt eftir gjørdist hann arbeiðsformaður og røkti tað starvið í mong Harrans ár. Tey seinastu árini hevur hann virkað “á gólvinum”, og tað líkar honum væl, tí leiðarastarvið er sera krevjandi og hóskar betur til yngri kreftir, heldur hann. Hann er framvegis “the grand old man”, og hann hevur ongar ætlanir at gevast, neðan heilsan er góð.


Ólavur er áhugaður í øllum, sum fram serliga í nærumhvørvinum. Ítróttarfeløgini og ítróttin sum heild mala nógv í høvdinum á honum.


Kirkjan og lívið rundan um hana fylla væl í dagligdegi hansara. Hann hevur sítt fasta pláss á loftinum, har hann stuðlar kirkjusanginum væl, so gott sum hvønn sunnu- og halgidag. Hann hevur gott mál at syngja við, og tað brúkar hann gleðiliga í Guds húsi. Eisini Vágakórið hevur notið gott av røddini.


Í Miðvági, sum so manga aðrastaðni, verður lagt eina við at skipa góðan sang til jarðarferðir. Í hesum hópi er Ólavur fastur sangari, og tað hevur hann verið nógv longri enn nakar annar núverandi.


Ólavur var í mong ár limur í kirkjuráðnum. Har hann gjørdi góðan mun. Hetta var ikki nakað, sum hann heldur enn nakar annar fer út um geilar við, men vit vita, at í honum eigur kirkjan ein, sum brennir fyri sakini.


Væl dámar Ólavi at fletta góðar veðrar av trøðni. Áhuga fyri seyðahaldi er gamalt, tí líka síðan kúgvin fór úr kjallaranum í fimti ella seksti árunum, hava heystlombini og veðrarnir tikið yvir. Hann slepti í mong ár í Rygsskor og fletti mangan góðan veðrin haðani, men á hvørjum ári roynir hann at røkka bestu vektina í bygdini millum hornaseyðir sínar av trøðni. Mangan lukkast hetta, tí væl liggur fyri hjá honum at ala besta slagið og røkta tað so væl, at tað besta fæst burturúr.


Ólavur, svágur, nú ynski eg tær hjartaliga til lukku við teim sjeyti. Aldurin hevur lítið at siga, um heilsan er góð, tí ynski eg tær framvegis góða heilsu og alt tað besta.


Hans