Ólavsøkusangurin

Góði Heri Simonsen !

Tað er positivt, at tú vísir midnáttarsanginum á ólavsøku so stóran áhuga, og at tú enntá hevur gjørt tína privatu »gallupkanning«.
Dugi væl at skilja, at fólk vóru vónbrotin um, at sangurin ikki bleiv tað, sum vit øll høvdu glett okkum til, og sum tað við tí ovurstóru mannamúgvuni í ólavsøkuhýri og fagrasta veðri vóru bestu vánir til. Men sjálvt um tað vóru einir 2-3 sangir, sum undir teim verandi umstøðunum ikki vóru besta valið, so fari eg framvegis at halda, at skráin býtt upp í ymisk evni og í støðugum skifti millum tað mergjaða og tignarliga, tað stillisliga og yndisliga og tað skemtandi og káta ikki var so vánaligt, sum tit vilja leggja hana undir, at hon var:
Tað hevur tókt millum føroyingar gaman - fródligur samkomusangur við góðum stevi.
Av øllum londum í eyst´ og vest´ og Mítt vakra heim høgt móti norð - vælumtóktir føðilandssangir.
Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið og Um millum gyltar borgir - inniligir sangir um heim og heimatilveru.
Ein gomul kista av kamfertræ - hugnalig, eldri tíðarmynd av Havnini, okkara ólavsøkubýi.
Á leikvøllum funnust í forðum - klassikari millum ítróttasangir.
Av øllum teim snekkjum - mergjaði svanasongurin hjá Mikkjali á Ryggi um gamla 8-mannafarið var undir teim verandi umstøðunum alt ov langur.
Einki er sum summarkvøld og Dýrd á vík og vág - tveir av okkara bestu summarsongum.
Tað brenna túsund ljós í nátt - hugvekjandi náttarstemningur við løttum nútíðarlag.
Eins og áarstreymur rennur - svingar sera væl burtur úr bý og út um bygdargarð
Erla kongsdóttir og Burtur á heiði - um føroyskt gerandislív fyrr og lutvíst enn í bø og í haga.
Hvør er tað, sum har kemur lætt titandi um teig - stillførur og yndisligur, men teir fyrireikaðu fleiri enn hundrað stuðulssangararnir fingu ikki høvi til at bera hann nóg væl út millum fólk.
Vit hoyrdu várið kalla - sonn ástarperla hjá Karsteni Hoydal, sum hevur uppiborið ta tónleikaligu íkilæðing, sum okkara fremsti lagasmiðir í dag Knút Olsen hevur gjørt til hennara.
Katrin býr á strondini - tann av sjómansrímunum hjá Hans A. Djurhuus og Regini Dahl, sum meira enn aðrar er vorðin fólkaogn. Royndist tó undir verandi umstøðum ikki so vælegnað sum onkuntíð fyrr.
Hon er her í kvøld - hevur altíð fingið rættiligt kæti fram í sangarafjøldina; men tá nú eisini hann fór av lagi í ár, sigur tað ikki so lítið um umstøðurnar.
Øskudólgur og sópingarkona - nýggjur í hesum ólavsøkuhøpi, men gamla kvæðalagið royndist sera væl.
Nú nemur náttin við smærur - gav ábending um, at vit kanska áttu at skorið talið av sangum í heftinum niður til einar 15 og so aftur farið at sungið meira uttanat - t.d. Føroyingar, sum her nú koma saman, Land mítt, har grasið í líðum rør, Eg minnist úr gomlum søgum, So vakrar moyggjar, Í góðum veðri hann dyrgdi o. fl.., sum boðað kundi verið frá frammanundan.
Boðar tú til allar tjóðir - ljómaði samfeldur móti endanum.