Ólavsøkupakkin eitt kvørkratak á kommunurnar

Kommunusamskipanin er sera misnøgd við ólavsøkupappan hjá landsstýrinum, sum sambært felagsskapinum ber í sær, at kommunurnar skulu fíggja stóran part av hallinum á fíggjarlógini hjá landinum.

Kommunusamskipan Føroya átalar tí harðliga, at kommunurnar nú skulu rinda undirskotið hjá landsskassanum. Hetta ger ikki samlaða almenna geiran ríkari ? tvørturímóti. Og fortreytirnar, sum kommunurnar hava til virkisskapandi tiltøk kring landið, verða munandi verri, skrivar felagsskapurin í viðmerking til ólavsøkupakkan.

-Við manipulerandi grundgevingum ætlar landsstýrið at skerja inntøkurnar hjá kommununum av partafelagsskattinum ml. 10-20%. Við grundleysum pástandi um, at kommunurnar brúka alt ov nógv og krevja alt ov nógv inn í skatti, verður slongt út, at býtið av skattainntøkunum millum land og kommunur sum heild er skeiklað Hetta er sanniliga langt úti, skrivar Kommunusamskipanin.

Kommunali felagsskapurin mótmælir eisini, at landsstýrið ætlar at avtaka havnagjaldið hjá Strandferðsluskipunum. Sagt verður, at eitt havnagjald er ikki ein frí inntøkukelda hjá kommunum, men er eitt gjald fyri útreiðslur, sum kommunan hevur av skipinum.

Við at strika havnagjaldið flytur landið útreiðslurnar til kommunur at fíggja uttan kompensatión ? sum so ofta fyrr, skrivar Kommunusamskipanin, sum eisini mótmælir, at landsstýrið ætlar at skerja ella heilt strika mvg-endurgjaldið til kommunurnar.

-Løgtingið eigur tí at sleppa hesum kvørkratakinum hjá landsstýrinum. Løgtingið eigur heldur at ganga undan og taka kommunurnar við í virkisskapandi arbeiðið, tí gongst kommununum væl, gongst landinum væl, skrivar Kommunusamskipanin at enda.