Ólavsøkukabarettin 2009

»Kært barn hevur mong nøvn« - ella eisini snýr tað seg um, at eingin vil brúka tað navnið, barninum er givið. Ólavsøkuuppskotið juli 2009 er kallað ymiskt

Ólavsøkupakkin

Sparipakkin

Kreppupakkin

Sparitiltakið hjá landsstýrinum

Vakstrarpakkin hjá landsstýrinum

Líkamikið, hvat navn verður sett á hetta uppskotið, so er andsøgn ímillum tað, samgongan sigur seg standa fyri, og tað, sum lagt er upp til í hesum uppskoti.

Í innganginum til uppskotið stendur, at: »Endamálið við hesum uppskoti er at leggja til brots, soleiðis at negativu avleiðingarnar av fíggjarkreppuni og øðrum umstøðum her heima gerast so smáar sum gjørligt.«

Eg meti, at tað mugu vera hesar sonevndu »aðrar umstøður«, sum gera seg galdandi, tí Føroya løgmaður segði greitt í útvarpinum, at talan als ikki er um nakran kreppupakka, men um ein vakstrarpakka. Fíggjarkreppan hevur ikki rakt okkum so meint, og tí er talan um eitt uppskot, sum skal fremja størri vøkstur í føroyska búskapinum.

Tó, um tú lesur ólavsøkuuppskotið ígjøgnum, so er fíggjarkreppan nevnd fleiri staðni sum orðsøk til tiltøkini, ið eru løgd fram.

Eg havi serliga heft meg við broytingarnar, sum raka pensjonistarnar. Her skulu sparast 25 mió. í 2010. M.a. skal landið spara pening við, at ein fyritíðarpensjonistur, ið fær tillutað miðal ella hægstu fyritíðarpensjón, sum forvinnur sær pening við síðuna av, fær mótroknað 25% í pensjónini av hvørjari vunnari krónu. Hetta metir man politiskt fer at økja um áhugan hjá fyritíðarpensjonistum at forvinna sær pening við síðuna av pensjónini. Eg eri stórliga bangin fyri, at júst tað mótsatta fer at henda. Eg dugi als ikki at síggja motiverandi faktorin í, at tú fært minni burturúr at gera eitt eyka arbeiði.

Tá talan er um fólk við fyritíðarpensjón, er ofta talan um fólk, sum hava fingið onkra sjúku ella brek, ið ger, at tey ikki til fullnar eru arbeiðsfør longur. Fyri tey, sum orka, er tað umráðandi at hava okkurt at takast við, tí tíðin ofta fellur ov long. Tá er lagamanni at hava okkurt lønandi arbeiði nakrar tímar, hetta er oftast ikki hálønt arbeiði, men meira eina sosialiserandi faktorur.

Nú skulu so 25% takast av hvørjari krónu, og skal hetta mótroknast í pensjónini, sum fyri ein persón við miðal pensjón er minni enn 10.000 kr um mánaðin. Ofta eru útreiðslur tengdar at sjúkuni ella brekinum, og hesar kostnaðir skal pensjonisturin eisini gjalda av sínari pensjón. Oftast er tað fysioterapi, fótarøkt, onnur tillagað skipan í kostinum ella keyp av hjálpitólum, sum ger tað dýrari at liva. Pensjonistar skulu nú eisini gjalda størri part av sínum heilivági, og stuðulin til diabetikarar er minkaður niður í eina helvt.

Fyritíðarpensjonistar eru ofta ung fólk við børnum og húsarhaldi, og fleiri teirra hava sethúsalán ella skuld av ymiskum slag, sum ungar familjur vanliga hava. Munurin á einum fólkapensjonisti og einum fyritíðarpensjonisti eru árini, har ein hevur kunnað goldið sína skuld niður og tillagað seg til aldurdómin. Ein fyritíðarpensjonistur er ofta raktur av brádligari sjúku ella broytingum í lívinum, sum forða honum í at liva eitt vanligt lív.

Fólk við fyritíðarpensjón eru umframt nevndi málbólkur eisini fólk við skerdum arbeiðsførleika vegna menningartarn, sálarsjúku ella annað. Hesi arbeiða vanliga á vardum verkstøðum kring landið, hjá ALV ella í øðrum tillagaðum vardum størvum á rúmliga arbeiðsmarknaðinum.

Eins og hjá støkum uppihaldarum er kostnaðurin hjá fólki við fyritíðarpensjón tann sami fyri húsarhald og børn, sum hann er fyri hjún. Tann eina lønin ella tann skerda lønin/pensjónin skal bera allar útreiðslur til húsarhaldið, so sum oljuavgjald, sjúkrakassa, kringvarpsgjald, tryggingar og ikki minst kostnaðin á matvørum, sum er ovurstórur á allari vanligari vøru, so sum breyði, mjólk og døgurðamati.

Afturat hesum kemur so vakstrarpakkin við sínum stimbrandi inntrivum, m.a. mótroknan av fyrst vunnu krónu á 25 %, lækkaður rentustuðul, lækkaður studningur hjá heimabúgvandi børnum yvir 18 ár, umframt alt tað, sum longu er framt av broytingum í almennu veitingunum.

Hetta skal til fyri at vit kunnu »halda hjólini malandi«, stendur í ólavsøkuuppskotinum.

Hvørji hjól skulu vit halda malandi?

Eru tað ovurnýtsluhjólini hjá teimum ríku, hjólini, sum skulu tryggja undirsjóvartunnlar kring landið, ella hjólini, sum loyva skattligum fyrimunum hjá teimum fáu, sum eingin torir at støðga.

Eg skilji als ikki, hví tað eru tey fáu og tey veiku, ið skulu halda hesi hjól malandi!

Eg fari at heita á samgonguna um antin at geva eina samanhangandi frágreiðing um, hví tit raðfesta, sum tit gera, ella at leggja frá tykkum, tí fyri mær síggjast eingi av tykkara stevnumiðum aftur í hesum uppskoti.