Ólavsøkukórið er nú farið undir venjingarnar, men fyriskipararnir kundu hugsað sær, at enn fleiri sangarar komu við
Hóast fyrsta venjingin hjá ólavsøkukórinum seinasta sunnudag gekk væl, er ynskiligt, at kórið verður væl størri, frætta vit frá fyriskipararnum.
Tað er Sunleif Rasmussen, sum hevur høvuðsábyrgdina av kórinum í ár, meðan Ólavur Hátún eisini hjálpir til við venjingunum.
Venjingartíðirnar hjá kórinum verða hesar:
Leygardagin 12. juli kl. 16 - 18
Sunnudagin 13. juli kl. 16 - 19
Sunnudagin 20. juli kl. 16 - 18
Sunnudagin 27. juli kl. 15 - 18
Allar venjingarnar verða í Læraraskúlahøllini.
Eftir sangin á Tinghúsvøllinum verður aftur í ár skipað fyri kórhugnaløtu úti á Tinganesi.