Minnisverdar hendingar í Havn síðani miðskeiðis í 80?unum verða aftur á breddanum á ólavsøku, tá leikarar fara á pall við leikverkinum ?Postkort úr Havn? Tað er Havnar Sjónleikarfelag og Tjóðpallur Føroya Leikurin sum blása lív aftur í hendingar í Havnini frá 80?unum og fram til dagin í dag. Tað vil siga, at í tíðarhøpi verður hildið fram, har vælumtóktu Havnarmyndirnar, sum vóru á palli í 1984/85, sleptu.
Trivið verður í minnisverdar hendingar og kryddað verður við sangi og tónleiki, so tiltakið ber brá av kabarett.
Áskoðarin kann gleða seg til at síggja fleiri av okkara gomlu leikarum trína fram á pall aftur ? so sum Kára K. Mouritsen, Kjartan Kristiansen og Sonna Smith. Umframt onnur kend andlit eru eisini nógvar nýggjar og ungar kreftir.
Fyrsta sýning av ?Postkortum úr Havn? verður Ólavsøkuaftan, 28. Juli kl. 20.00.
Atgongumerkir fáast á Kunningarstovuni og annars í Sjónleikarhúsinum 1 tíma undan sýning.