Nú verður skjótt, at ferðafólk við Smyrli sleppa undan at ganga eftir biladekkinum, tá ið tey ferðast við Smyrli umvegis ferjuleguna á Krambatanga í Suðuroy.
Nú er tað mesta av ein um ári farið síðani landgongdin fekk skaða, tá ið Smyril varð tikin av vindi, einaferð, hann skuldi leggja at.
Skaðin var so mikið umfatandi, at Smyril fekk ikki brúkt landgongdina longur og síðani hava ferðafólkið trákkast eftir at landgongdin bleiv umvæld, tí tað er ikki nøktandi fyri trygdina at ferðafólk, bilar, lastbilar, treylarar og bingjur eru hvørt um annað, tá ið Smyril leggur at á Krambatanga, ella fer avstað.
Hóast umvælingin bara kostar umleið eina millión, hevur tað verið ført fram, at talan hevur verið um ein fíggjarligan spurning, tí ráðini vóru ikki til at gera landgongdina uttan so, at Løgtingið játtaði pening til endamálið.
Men tíðliga í summar, varð peningur játtaður til endamálið og síðani eru tilboð heintað inn og umvæling er sett í verk.
Einaferð var nevnt, at tað møguliga bleiv neyðugt at senda partar av landgongdini til Danmarkar at umvæla, men hetta verður av ongum.
Landgongdin verður nevniliga umvæld á skipasmiðjuni, Mest í Havn, og ein høvuðsorsøk til tað er, at teir kundu verða skjótast liðugir við arbeiðið, sigur Evald Kjølbro á havnadeildini hjá Landsverki.
Og hann sigur av eftir sáttmálanum skal landgondin verða liðug at taka í nýtslu fríggjadagin 24. Juli, tvs, beint upp undir ólavsøkuferðsluna.
Gera fendarar
Men landgongdin er ikki einasta arbeiðið, sum skal gerast á, tí umframt hana, eru eisini fimm fendarar farnir og teir skulu gerast aftur nú.
Arbeiðið at útvega og seta fendarnarar upp er bjóðað út og tá ið freistin varð úti, vóru sjey tilboð innkomin.
Bíligasta tilboðið hevði Seastar, sum kann gera arbeiðið fyri 676.500 krónur. J&K Petersen hevði tvey tilboð, sum vóru ávikavist 757,800 og 846,200 krónur MEST bjóðaði 906,900 krónur, Tangavirkið 928.000 krónur, H.J.Grevstur bjóðaði sær at gera arbeiðið fyri 947,200 krónur og dýrasta tilboðið hevði Articon, sum vil hana 947.500 krónur fyri arbeiðið.
Arbeiðið skal verða liðugt í seinasta lagið 1. desember og Evald Kjølbro á Landsverki sigur, at samráðingar eru tiknar upp við SeaStar, sum var bíligast, um at gera arbeiðið.