- Ólavsøka er at skjóta rósur

Ein av ungu íverksetunum í Føroyum, Regin W. Dalsgaard, var eisini farin ein túr í býin á ólavsøku.

"Fyri meg er ímyndin av ólavsøku Frelsunar Herurin. Hvørt ár plagi eg at standa niðri við Gamla Bókhandil, har teir standa við sínum horntónleiki," sigur Regin, sum nýliga gav bókina '2 minuttes' út.

"Uttan tey hevði ólavsøkan mist nógv," sigur Regin og heldur fram, "eg elski at hoyra Njál tala, tað er nakað heilt serligt ólavsøkusligt yvir tí."

Men tað er ikki einans Frelsunhar Herurin, sum eyðkennir ólavsøkuna hjá Regin.

"At skjóta rósur geri eg hvørt ár. Eg veit ikki ordiliga hví, men tað er blivið fastur táttur hjá mær," sigur Regin, "eg havi ikki skotið nakrar enn, so nú fari eg oman at royna at skjóta mær eina ella tvær."

Fyri Regin hevur ólavsøkan stóran týdning, og metir hann, at einki fær savnað tjóðina líka væl sum ólavsøkan.