Lavrov: USA og Russland umrøða Nord Stream-leiðingarnar

Tað verður "áhugavert", um USA trýstir Evropa fyri at fáa russiskt gass umvegis Nord Stream-leiðingarnar.

Russland og USA umrøða Nord Stream-leiðingarnar í Eystrasalti.

Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, sambært almennu russisku tíðindastovuni Tass.

Tað sæst ikki greitt av útsøgnunum, hvat orðaskiftið snýr seg um meira nágreiniliga.

- Sjálvandi eru ósemjur. Men er tað bara í áhuganum hjá Russlandi og USA at fáa vanligu orkuveitingina til Evropa aftur? Nord Stream-leiðingarnar eru umrøddar, sigur Lavrov við russisku Kanal 1. 

- Tað hevði verið áhugavert, um amerikanarar brúktu sína ávirkan á Evropa og noyddu tey ikki at vraka russiskt gass, sigur russiski ráðharrin.

Tað var 26. september 2022, at ein leki kom á tær báðar gassleiðingarnar Nord Stream 1 og 2 ávikavist eystan fyri og í ein landssynning úr Bornholm.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, segði síðani, at hetta eftir teirra tykki var sabotasja.

Myndugleikar í fleiri londum hava síðani kannað hendingina. Danska og svenska løgreglan hava steðgað kanningararbeiðinum, meðan týska løgreglan eftir øllum at døma framvegis arbeiðir við at loysa málið.

Ein nýggj søga í Financial Times lýsti, hvussu ein persónur, sum er tætt knýttur at Putin, hevur hugsað sær eina ætlan um at byrja leiðingarnar til Týsklands aftur.

Hetta skal millum annað gerast sum liður í at fáa enda á krígnum í Ukraina. Fráboðanirnar eru ikki váttaðar.

Í løtuni gongur væl í diplomatisku viðurskiftunum millum USA og Russland.

 

##med2##

USA hevur havt ein stóran leiklut, umvegis tvílandasamráðingar við Russland og Ukraina, í at fáa eina sera avmarkaða og eftir øllum at døma sera skroypiliga vápnahvíld í Ukraina. Ógreitt er, nær tað kemur í gildi.

Vápnahvíldin er ætlað at tryggja siglingina í Svartahavinum og steðga álopum á orkuinfrakervið. Mikudagin vóru framhaldandi fráboðanir um álop.

/ritzau/