Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur í einari røðu í morgun, at Ukraina leypir á sivil mál í Russlandi við dronum og rakettum úr vesturheiminum.
Hann lovar, at Russland fer at svara aftur, sum uttanrikisráðharrin tekur til.
- Ukraina verður eggjað av vesturheiminum at leypa á, og vit fara at svara aftur. Tað er ikki í tráð við lógina at leypa á sivil mál, sigur Sergej Lavrov.
Í røðu síni í morgun, 2. jóladag, tekur russiski uttanríkisráðharrin saman um gongdina í krígnum fyri árið 2024.
Hann sigur, at málið hjá Russlandi bara er at leypa á hernaðarligar støðir, skipanir og ukrainska undirstøðukervið, og at Russland ikki leypir á sivil mál.
Fýra fólk lótu lív, og fimm vórðu særd í býnum, Lgov í russisku Kursk-regiónini, mikudagin.
Guvernørurin í landslutinum sigur, at hetta hendi eftir ukrainsk álop. At leypa á sivil mál verður sæð sum brot á fólkarættin og er krígsbrotsverk.
##med2##
Norski serfrøðingur, sum undirvísir við krígsskúlan í Noregi, hevur áður sagt við norskar og svenskar miðlar, at Russland fremur terrorbumbing í Ukraina.
- Hjá Russlandi hevur tað verið eitt týðiligt mynstur, at landið leypir á rein sivil mál, hevur Palle Ydstebø sagt um russiku álopini á Ukraina.