Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hevur ikki fingið visum til USA í samband við fundir í ST-trygdarráðnum.
Tað skrivar russiska tíðindastovan, Tass.
Sergej Lavrov varð herfyri valdur til leiðara í ST-trygdarráðnum, ið er ein postur, sum eftir ávísum skifti gongur millum limalondini.
Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, hevur sagt, at tað er ein "joke", at Russland nú eigur henda sessin.
- Heimurin kann ikki vera tryggur við Russlsndi í ST-trygdarráðnum, skrivaði ukrainski uttanríkisráðharrin á Tvitter.