Lavrov vitjar Turkaland í næstu viku

Vitjanin kemur í lag, samstundis sum Turkaland - sum einasta land í Nato - hevur sett seg upp ímóti svenskum og finskum limaskapi í verjusamgonguni.

Sambært Reuters fer russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, at vitja í Turkalandi hin 8. juni, sum er í næstu viku. 

 

Á ferðini við sær hevur hann eina "hernaðarliga" sendinevnd, sum sagt verður. 

 

Turkiski uttanríkisráðharrin sigur, at á skránni fyri vitjanina er spurningurin, hvussu møguleikar kunnu skapast fyri útflutningi av landbúnaðarvørum úr Ukraina í krígsstøðuni.

 

Vitjanin kemur í lag, samstundis sum Turkaland - sum einasta land í Nato - hevur sett seg upp ímóti svenskum og finskum limaskapi.

 

Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdoğan, heldur, at Svøríki og Finnland eru til bága fyri trygdina í verjusamgonguni.