Tað valdar hurlivasi um, hvørt russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hevur verið innlagdur á sjúkrahús ella ei, og nú undrast fleiri seg eisini yvir klæðini, hann er avmyndaður í.
Í dag vildi tíðindastovan AP vera við, at Sergej Lavrov er innlagdur á sjúkrahús í Bali. Men, russisku myndugleikarnir siga, at hetta eru skeiv tíðindi - ella "fake news", sum tey rópa tað.
Russiska talskvinnan hjá Kreml, Maria Zakharova, hevur lagt út á Telegram eitt video-brot sum vísir uttanríkisráðharran, har hon sigur, at hann fyrireikar seg til G20-toppfundin í Bali.
Hóast Sergej Lavrov fleiri ferðir hevur funnist at vesturheiminum, vísir video-brotið, at uttanríkisráðharrin hevur fleiri tilvísingar til vesturheimin, har hann situr.
Á blusuni, sum uttanríkisráðharrin er í, stendur navnið "Basquiat" sum vísir til amerikanska listamannin, Jean-Michel Basquiat - og á borðinum liggur ein iPhone, sum at síggja til er ein Apple Watch.
Áður hevur Sergej Lavrov sagt, at Russland skal gera seg minni heft at innflutningi og leggja seg meira eftir tøkniligum sjálvbjargni. Í mai í ár segði hann, at vesturheimurin hevur fráboðað eitt "totalt kríggj" móti Russlandi og russiska fólkinum.
Tað eru fleiri útlendskir miðlar, sum bera hesa søguna í dag, og tað eru eisini miðlar, ið hava lagt út video-brotið, sum Maria Zakharova hevur lagt út á Telegram í dag.