Í Gøtu hevur í alt ár verið greitt, at Andreas Lava Olsen kom aftur til felagið, eftir at hann seinnu árini hevur roynt seg í donskum fótbólti.
Andreas er nú millum teirra, sum venur við Víkingi, og helst verður hann við í hópinum, sum í 15. umfari av Effo-deildini skal spæla móti HB.
Eisini aðra staðni er nýtt fólk at síggja í hópinum. Í Gundadali eru Odmar Færø, Rógvi Poulsen og Adrian Cieslewicz partur av venjingunum hjá B36, og sum skilst fer Jóan Símun Edmundsson at nýta flytingargluggan til at skifta úr AB til HB.