Sambært sponskum miðlum er eingin ivi um, at nýggi venjarin hjá Villarreal eitur Michael Laudrup. Villarreal hevur seinnu árini verið eitt av sterkastu sponsku feløgunum, men í ár hevur gingið av skriðuni. Í løtuni hevur fyrrverand hjálparvenjarin, Juan Carlos Garrido ábyrgd av liðnum, men sambært Marca verður hetta bert galdandi til í summar, tá Michael Laudrup verður settur í sessin.
LesarabrøvLesarabrøv